Samgongan fer neyvan at klára sín egna málsetning um at javnvág skal vera á fíggjarlógini í 2016.
Tað heldur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Samgongan hevur lagt stóran dent á, at í 2016 skal hallið á fíggjarlógini verða vent til eitt avlop.
Men nú hevur í hvussu so er ein tingmaður fyri samgonguna mist álitið á hesum.
Helgi Abrahamsen staðfestir, at í 2015 er valár, men tað er nettupp í 2015, at samgongan hevur sett sær fyri, at hallið skal minka mest, nevniliga úr 235 milliónum í halli í 2014, niður í 168 milliónir í halli í 2015 og tað skal so vendast til 3 milliónir í avlopi í 2016.
Hinvegin staðfestir Helgi Abrahamsen, at valár hava altíð verið óvanliga dýr.
Fer tað at eydnast at fáa avlop á fíggjarlógina í 2016, man tað vera fyrstu ferð í søguni, at vit fáa eitt valár, sum verður bíligt fyri landskassan, staðfestir Helgi Abrahamsen.










