Vit fara ikki at grava virði fyri 70 milliónir niður undir jørð

Tað hevði verið vandalisma og eg fari nú at taka málið upp, tí ein loysn skal finnast heilt skjótt, sigur Heðin Mortensen

– Hetta er beinleiðis vandalisma, og tað fer heldur ikki at henda. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, er bersøgin, nú ætlanin at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt við gróti úr Sandoyartunlinum, er slept.

Fyrr í ár boðaði Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum, frá, at nevndin varð samd um at brúka grótið úr Sandoyartunlinum til eitt ídnaðarøki á Gomlurætt.

Men nú sigur KvF frá honum, at ætlanin er slept, tí semja fekst ikki við felagið, sum ger tunnilin, um prísin.

Stjórin í tunlafelagnum sigur samstundis, at nú verður hildið fast við upprunaligu ætlanina um at tyrva grótið í haganum stutt frá Gomlurætt.

Heðin Mortensen hevur áður boðað frá, at hann tekur ikki undir við at grótið verður tyrvt, tí hann hevur sagt, at talan er um eina virðismikla rávøru, sum skal brúkast til okkurt gagnligt.

Og tað er ikki hissini nøgdir talan er um, tí talan er um 500.000 kubikk av gróti, sum skal spreingjast úr Sandoyartunlinum, og verður øll rúgvan løgd á Tórsvøll, hevði hon verið 70 metrar høg.

– Skuldi hetta grótið verðið keypt úr grótbrotinum hjá Landsverki í Hundsarabotni, hevði tað kostað 70 milliónir krónur, so tað eru øgilig virði, vit tosa um, sigu Heðin Mortensen.

Í dag heldur Heðin Mortensen fast um, at grótið skal ikki tyrvast, tí hann heldur, at tað er eitt skemdarverk at grava alla moldina oman av einum stórum stykki og leggja grótið har - fyri síðani at tyrva tað.

Hann heldur, at hetta er óneyðugt arbeiði, og tað er eisini náttúruoyðing, tí moldin, sum skal leggjast oman á, skal finnast onkustaðni, og tað fer at gera eitt ógvusligt sár í náttúruni.

Hann sigur, at nú fer hann at taka málið upp, tí tað verður neyðugt at finna eina loysn rættiliga skjótt.

Hann sigur, at er ósemja um prísin, er tað eisini ein spurningur, sum má takast upp.

– Gamlarætt er ein landshavn, men kortini hevur Vinnunevndin hjá Tórshavnar býráð samtykt at gera ídnaðarøki á Gomlurætt. Og tað hava tey gjørt, uttan at spyrja eigaran, sum er landsstýrið, eftir, og tað undrar meg, sigur landsstýrismaðurin.

Eftir hansara tykki er grótið væl brúkt til eitt ídnaðarøki á Gomlurætt, men hann vil eisini hava greiði á, hvat er farið fram í hesum máli.

Annars heldur hann, at ein partur av grótinum kann brúkast til brimverju í Kirkjubø og til at breiðka vegin í Kirkjubø.

Og at enda heldur hann, at møguleikin eigur at kannast at leggja grótið á Glyvursnesi sum eitt fyrsta stig til at gera ein framtíðar flogvøll har.

– Eg fari nú at kanna, hvat er skilabest at gera, og tað er bara eitt, sum er vist, og tað er, at grótið skal ikki tyrvast, soleiðis sum ætlanin nú er, sigur hann.