Vit fara bjartskygd inn í nýggja árið

Borgarstjórin í Tórshavn fegnast í nýggjársrøðu um farna árið og heldur útlitini eru góð fyri tað komandi. Her ber til at síggja nýggjársrøðuna

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur sent út eina nýggjársheilsan. Heilsanin er upptikin á video og løgd á YouTube til almenningin at síggja.

Í nýggjársheilsan til borgararnar greiðir Heðin Mortensen frá, hvat kommunan hevur fingið á skaftið seinasta árið, og hvat liggur í kortunum at gera í 2015.


Borgarstjórin sigur millum annað, at árið hilnaðist. Tað er hepnast kommununi at halda fast um at raðfesta trivnaðin hjá familjum og tí einstaka borgaranum. Høvuðsstaðarkommunan er fíggjarliga væl fyri, tí hon hevur orku til at menna og útbyggja fjølbroyttu tænasturnar.

 

- Vit fegnast um, at vit aftur hava fólkavøkstur í kommununi. Vit eru útvið 300 fleiri móti ársloki enn vit vóru við ársbyrjan. Vit fara at gera alt fyri, at okkara nýggju borgarar fara at trívast, og at vit kunnu gerast enn fleiri í komandi ári, sigur Heðin Mortensen.

 

- Vit fara bjartskygd inn í nýggja árið við stórum og mennandi ætlanum fyri høvuðsstaðarkommununa. Trivnaður fyri øll er framvegis okkara aðalmál, sigur hann.

Trýst á pílin í myndini omanfyri fyri at síggja nýggjársheilsanina hjá Heðini Mortensen.