Um eini fýra ár fara tað at mangla einir 800 bústaðir afturat teimum, sum mangla longu nú. Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Hann vísir á, at tað verða bygdir eini 150-200 bústaðir um árið, men tað nøktar ikki tørvin við tí fólkavøkstri, sum er. Sostatt veksur trupulleikum ár um ár, og leysliga mett, fara tað at mangla umleið 800 bústaðir um bara fýra ár, og tað kemur afturat tørvinum, sum longu er.
Og hann hevur eisini eitt uppskot um, hvussu tað ber til at bøta um støðuna. Og í Løgtinginum hevur hann tískil spurt Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um tað ikki er ein loysn, at Landið keypir grundstykki frá kommunum, fyri síðani at leiga tey út aftur til fólk at byggja á
Hann vísir á, at serliga í miðstaðarøkinum eru grundstykkini so dýr, at tey koppa fíggjarætlanini hjá mongum húski, sum droymir um at seta føtur undir egið borð.
Men fer Landskassin at útvega grundstykki, sum fólk, sum ætla at byggja, so kunnu leiga og goldið aftur upp á eini 100 ár, kundi tað loyst fíggingartrupulleikan hjá nógvum húskjum. Og landskassin missur ikki pening við at seta pening í grundstykki, tí neyvan er tryggari íløga enn nettupp at seta peningin í fasta ogn.
– Tað er bara ein øðrvísi máti at goyma pengar, og tað er í hvussu so er tryggari enn at seta peningin í virðisbrøv, sum kunnu vera svikalig, tað hevur søgan víst okkum, heldur Bill Justinussen
– Setir landið eina milliard í grundstykki, merkir ikki, at peningurin er mistur, Hann er bara settur í fasta ogn, heldur enn í útlendsk virðisbrøv. Landið hevur nógvan, tolnan kapital og hevur brúk fyri at seta teir í tryggar ognir, samstundis sum at tað kundi fingið glið á bústaðarbygging.
Kristina Háfoss heldur, at tað hevði verið eitt alvorligt inntriv at sett eina skipan í verk, har landið keypti grundstykki frá kommunum, sum fólk síðani kundi leiga og bygt á og tað var týðiligt á henni, at hon heldur ikki, at tað er nøkur loysn.
Hon heldur annars, at tað er ikki útboðið av grundstykkjum, sum er tann stóri trupulleikin, tí útboðið er stórt. Hon hevur fingið upplýst, at í hesum døgum eru kommunur kring landið í ferð við at gera eini 450 grundstykki klár at byggja á.
Harumframt eru eini 150 grundstykki tøk, sum eru byggibúgvin, men sum eingin hevur bygt á enn. Sostatt verða heili 600 grundstykki tøk í næstum, og tað átti at ávirka prísin niður eftir, heldur landsstýriskvinnan. Men hvat prísurin á grundstykkjum er, veldst alt um, hvar grundstykkið er.
– Tað hevur altíð verið ábyrgdin hjá kommunum at útvega grundstykki, leggur hon afturat og tað hevur ikki verið gamalt, at fólk leiga grundstykki, heldur enn at keypa. Kortini umhugsar landsstýrið at geva kommunum heimild at at langtíðarleiga grundstykki til leiguíbúðum, tí tað er nettupp leiguíbúðum, sum stórt trot er á.
Men fáa kommunur ikki inntøkur av grundstykkjum beinanvegin, er vandi fyri at tær fara at aftra seg at fyri at stykkja út. Einki er ókeypis, so skulu fólk leiga grundstykki, er tað borgarnir, sum heild, ið skulu rinda fyri stykkini, og ikki bara tann einstaki, sum byggir, sigur Kristina Háfoss.