Símin Hansen hevði ikki nógv upp á hjartað, tá Rás2 tosaði við hann eftir dystin í gjár.
- Vit fáa ikki bóltin í hatta málið. Vit hava upplagdar møguleikar, men taka ikki av. Nú kann bara ganga ein veg hjá okkum. Vit koma illa frá byrjan í dystinum í gjár, og tað vísir seg eisini, at vit hava tað oftast trupult í fyrra hálvleiki. Tað verður betri eftir hvíldina, men tað nyttar lítið, tá vit ikki fáa mál. Eg skuldi sjálvur verið komin á máltalvuna, segði B71-framherjin, Símin Hansen, eftir dystin.