- Vit eru við at koma í óføri og tað verðru skjótt, at vit ikki grynna longur. Tað sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi og forkvinna í landsstýrismálanevndini við Rás2.
Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt eina kæru um Johan Dahl, landsstýrismann og mátan, hann hevur handfarið fíggjarligu støðuna á Strandferðsluni.
Men síðani hava bæði landsstýrismaðurin sjálvur, og meirilutin í landsstýrismálanevndini, Eivind Jacobsen, floksfelagi hjá johan Dahl, og Joen Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin sátt iva um niðurstøðuna, tí teir siga, at tað er ikki prógvað, at tað er Johan Dahl, sum hevur brotið nakra lóg. Hesum er Sirið Stenberg grundleggjandi ósamd í. - Tað er Johan Dahl, sum er kærdur og tað er kæran um hann, vit hava viðgjørt. - Tað, vit í landsstýrismálanevndini hava svara upp á, er um tað er Johan Dahl, sum hevur brotið stýrisskipanarlógina.
Les eisini: Løgmaður vælsignar lógarbrot
Vit eru samd um, at lógin er brotin. Men ein almennur stovnsleiðari kann ikki bróta stýrisskipanarlógina. - Tað er bara landsstýrisfólk og løgmaður, sum kunnu bróta stýrisskipanarlógina, sigur Sirið Stenberg.
Les eisini: Eg varð púra paff
Løgmaður hevur sagt, at hann kann ikki koyra landsstýrisfólk frá, hvørja ferð tey brúka eitt sindur meiri pengar enn tey hava fingið játtað, tí so hevði slett ikki borið til at havt nakran í landsstýrinum
- Hetta snýr seg ikki um at Johan Dahl hevur eina meirnýtslu av sínum øki, sigur Sirið Stenberg.
- Hetta snýr seg um, at landsstýrismaðurin visti av, at hann hevði eina meirnýtslu á sínum øki. Men hann gjørdi einki við tað, tí hann hvørki bað løgtingið um eina eykahjáttan, ella læt Strandferðsluna sleppa at seta uppskot um sparingar í verk.
- Hetta skakar øll fólk, tí tað kann ikki vera soleiðis, at vit skulu meta um, antin eitt lógarbrot er eitt lógarbrot ella ikki, og at eitt lógarbrot upp á nakrar fáar milliónir er ”ikki so farligt”. - Sum støðan er nú, eru vit á veg út av eggini og tað verður skjótt, at vit ikki grynna, sigur Sirið Stenberg.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Sirið Stenberg greiða frá sínum sjónarmiðjum
|