Vit eru við at bróta nakkan

Hetta er ein lagnudagur, tí okkara heilsuverk er við at enda í koyristólki og respiratori, sigur yvirlækni

 

 - Tað er einki, sum bendir á, at vit fáa eina visionera og djarva frágreiðing, sum kann framtíðartryggja okkara heilsuverk.

 

Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevur ikki stórar vónir, nú eitt tilmæli um, hvussu vit skulu skipa okkara heilsuverk, verður handað Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum í morgun.

 

Í eini viðmerking her á www.in.fo kallar hann hetta rætt og slætt ein lagnudag fyri føroyska heilsuverkið, men hann hevur ikki stórvegis vónir um, at vit fáa tilmæli, sum fara at framtíðartryggja bygnaðin í heilsuverkinum, og sum fara at loysa trupulleikan við læknatrotinum, ella sum fara at loysa fíggarliga trupulleikan.

 

Men lat okkum nú síggja tilmælini, áðrenn áðrenn læknafakligi serkunnleikin, Læknafelag Føroya, og øll tey sum hava forstand uppá heilsuverk, kanska mugu kolldøma hana og byrja arbeiðsbólkin byrja av nýggjum.

 

- Vit mugu vóna at okkara politikarar duga at síggja skriftina á vegginum, og at tað føroyska heilsuverkið er við at bróta nakkan og er við at enda í koyristól og respiratori fyri lívið.

 

Shahin Gaini sigur, at heilsuverkið hevur tørv fyri lívbjargandi fyrstuhjálp. Og hansara uppskot um hesa fyrstuhjálp er, at vit fáa eitt sjúkrahús á trimum matriklum í Havn, í Klaksvík og í Suðuroy. Men tað skal vera undir eini felags, einstreingjaðari, sterkari leiðslu við einum leiðara.  

 

Samstundis skal fíggingin upp á altjóða, norðurlendsktstøði, og tað merkir, at heilsuverkið skal fáa eina játtan, sum er einar 300 milliónir krónur hægri enn hon er nú, samstundis sum 50 serlæknar skulu útvegast til sjúkrahúsini afturat.