Vit eru vónbrotnir

Atli Danielsen staðfestir, at hóast fleiri av lyklaleikarunum vóru burtur, so vóru teir vónbrotnir um tepra ósigurin

Fótbóltur

 

- Jú, vit eru vónbrotnir.

Atli Danielsen var harmur um, at tað ikki eydnaðist føroyingunum at fáa stig burtur úr dystinum. Hann staðfestir, at nýggja uppleggið riggar, og vónirnar avgjørt eru góðar til dystin móti Eysturríki í komandi mánað.

- Vit kundu kanska at lagt trýstið eitt sindur áðrenn. Vit eru vandamiklir seinastu løtuna, men tað er ov seint. Men tað er lætt at siga nú.

Dysturin í Serbia mikukvøldið, hann sat kanska eisini í beinunum?

- Eg kann so bara svara fyri mítt viðkomandi, og eg merki hann í øllum førum, sigur Atli Danielsen.