Leingi hevur verið væntandi, at ukrainski herurin fer at gera mótálop á russisku herdeildirnar í landinum.
Nú sigur ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov, at ukrainsku deildirnar eru til reiðar til álopið.
- Fyrireikingarnar eru lidnar, og vit eru til reiðar, sigur hann sambært Reuters.
Verjumálaráðharrin leggur aftat, at so skjótt, tað er Guds vilji, og veðrið háttar sær, sum tað skal, verður álopið sett í verk.
- Boðini um, nær álopið verður sett í verk, skulu koma frá landsins hæsta herovasta, sigur hann.
Oleksij Reznikov nevndi tók onga dagfesting, sum sigur, nær álopið hjá ukrainska herinum kann væntast.