Fólkaheilsuráðið mælir nú til, at vit eru umhugsin, tá vit brúka teldu, telefon, teldil og skíggja annars.
- Støðugt og gott internetsamband gevur okkum nærum óavmarkaðar møguleikar, men vandi er í allari vælferð. Vit kunnu missa okkum sjálvi burtur og gloyma alt tað, sum er beint rundan um okkum, og vit geva okkum ikki far um, hvar ið tíðin fer. Vit kunnu missa tað góða sambandið við tey, sum vit eru saman við í gerandisdegnum, skrivar Fólkaheilsuráðið.
- Vit vita, at tað hevur týdning fyri okkara likamligu og sálarligu heilsu, at vit eru virkin og koma hvør øðrum við. Sjáldan eru vit nærverandi og virkin, meðan vit eru á netinum, tí kann tað hava neiliga ávirkan, bæði á okkara sálarligu og likamligu heilsu, um vit ikki eru varug við okkara skíggjanýtslu. Vit kunnu eisini gerast bundin av at vera á netinum og hyggja í ein skíggja allan dagin, verður sagt.
Tí varpar Fólkaheilsuráðið ljós á skíggjanýtslu við hesum ráðum:
Avmarka tína skíggjanýtslu
Et uttan skíggja
Tosa við onnur uttan skíggja
Hav eygnasamband við tey, sum tú tosar við
Ver ein góð fyrimynd
Far í song uttan skíggja
Ger reglur fyri skíggjanýtslu
Ver saman við børnunum, tá ið tey brúka skíggja