Vit eru blivin meiri sjónlig

Tey fimm árini, Joan Ziskason hevur verið formaður í Sjúkrasystrafelagnum hava verið baldrut og strævin, men eisini lærurí. Nú bjóðar hon seg fram at taka eitt tørn afturat.

 

Stríðsval


?Vit eru blivin meiri sjónlig og vit hava fingið meiri virðing. Men tað skal eisini síggjast á lønini.

Joan Ziskason, sum er forkvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya, heldur, at lønin hjá sjúkrasystrunum er alt ov lág.

? Og tað er langt á mál til eina nøktandi løn. Ein nøktandi løn er ein løn, ið svarar við ábyrgdina, sigur Joan Ziskason

Hon hevur verið forkvinna í Sjúkrasystrafelagnum í fimm ár.

?Hetta hevur verið ein baldrut, men eisini ein spennandi og lærurík tíð.Tað er sera nógv at seta seg inn í sum formaður, bæði lógir, reglugerðir, og ikki minst, hvussu sáttmálin skal tulkast, so ein blívur ein hálvur løgfrøðingur í hesum starvinum, sigur hon. Hon ásannar, at tað sum aðrir formenn søgdu við hana, um at tað tekur minst tvey, trý ár at seta seg inn í formansstarvið, var rætt.

? Tað hava verið átta landsstýrismenn í almanna- og heilsumálum í míni formanstíð, og tað sigur seg sjálvt, at hetta gjørt, at onkur mál eru ikki loyst so skjótt, sum vit hava viljað.

Hesi árini, Joan Ziskason hevur verið forkvinna í sjúkrasystrafelagnum eru stórar sparingar framdar í heilsuverkinum, og meginsjúkrahús okkara, Landssjúkrahúsið, lá í leiðsluloysi.

Men júst í málinum um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, vann Sjúkrasystrafelagið ein av teimum stóru sigrunum í formanstíðini hjá Joan Ziskason. Men tað kravdi bæði drúgvar samráðingar, og enntá verkfall: Tað var, tá ið treytaleysa kravið um eina sjúkrasystir í ovastu leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, varð gingið á møti.

Sjúkrasystrafelagið fekk norðulendskan limaskap 1. januar 1998. Formaðurin hevur verið fastur fyrilestrarhaldari og bólkaleiðari á fakpolitisku ráðstevnunum, sum hava verið í teimum ymisku norðanlondunum hvørt heyst.

Joan Ziskason er 44 ára gomul. Hon varð útbúgvin sjúkrasystir í 1985 og hevur síðani drúgvar og fjølbroyttar arbeiðsroyndir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hon hevur verið sjúkrasystir á ymsum deildum á Landssjúkrahúsinum og á eini deild fyri krabbameinssjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum. Hon hevur eisini verið lærari á Sjúkrasystraskúlanum. Seinastu árini hevur hon verið ráðgevandi sjúkrasystir hjá Føroya Felag móti Krabbameini, haðani hon hevur farloyvi ímeðan hon er formaður í Sjúkrasystrafelagnum .

Hon er eisini formaður í sjeymannabólkinum hjá fakfeløgunum. Hetta er ein bólkur, sum umboðar eini 32 fakfeløg. Í hesum arbeiðsbólki er Sjúkrasystrafelagið við í tøttum samstarvi við flest øll onnur fakfeløg í Føroyum. Samstarvið er sera gagnligt tá umræður kjakinum um fakfelagspolitikk, og hevur lætt um arbeiðið, tá viðmerkingar skuldu gerast um førdan landspolitik.


Nógv á láni

Joan Ziskason sigur, at eitt av høvuðsmálunum í komandi tíðum, verður sáttmálasamráðingarnar, sum verða um eitt ár. Og tá hugsar hon serliga um lønina.

? Seinast, vit samráddust, varð ein ávísur bati gjørdur í lønini, men enn liggur nógv á láni. Eitt nú mugu vit gera okkum heilt greitt, um vit skulu royna at fáa eina nýggja lønarskipan, eins og tey hava í hinum norðanlondunum.

Hon sigur, at nógv talar fyri eini slíkari skipan, men har eru eisini fleiri vansar.

? Men er ein nýggj lønarskipan einasti vegur til eina munagóða lønarhækking, kunnu vit ikki annað enn taka undir við henni. Men tað verður sjálvandi bara um sjúkrasystrar taka undir við tí.

Hon sigur, at í komandi samráðingar mugu eisini onnur mál verða tikin upp, sum tey ongantíð komu til í seinastu samráðingum, eitt nú styttri arbeiðsvika, hægri viðbøtur fyri kvøld- og náttarvaktir, seniorpolitikk og mangt annað.

? Eitt mál, sum miðvíst má arbeiðast fyri er, tað, vit nevna bilamálið hjá Heimarøktini. Sjúkrasystrafelagið hevur við jøvnum millumbili tikið málið upp, men hevur tær seinastu ferðirnar fingið at vita, at bilamálið er ein leiðsluspurningur.

Málið snýr seg um at útvega heimarøktini bil at brúka í arbeiðstíðini.

? Eg veit ikki um nakar kundi hugsað sær, at postboðini fóru til arbeiðis í ongum bili, sigur Joan Ziskason.

Hon sigur, at gongd kom á málið, tá ið ein bilur bleiv keyptur til heimasjúkrasystrarnar í Suðurstreymoy.

? Men so steðgaði upp og nú kemur aftur undan kavi, at Sjúkrasystrafelagið eigur at taka málið upp við Fíggjarmálastýrið, tí nú er tað brádliga ikki ein leiðsluspurningur longur.

Hon heldur eisini, at tíðin er komin at skipa fyri sjúkrasystraráðstevnu aftur. Hon heldur, at hetta eigur at vera fastur táttur hjá felagnum, annað- ella triðjahvørt ár.

? Ein sjúkrasystraráðstevna, við fakliga sterkum fyrilesarum, vil geva ein mennandi íblástur til limir felagsins. Tað hevði eisini verið mennandi við eini tvørfakligari ráðstevnu, heldur Joan Ziskason. Annars hevur hon eitt valupplegg í fakblaðnum hjá Sjúkrasystrafelagnum, "Vøku".