Faroe Seafood
Formaðurin í Framtaksgrunni Føroya, Dagmar Joensen, duldi ikki á tíðindafundinum í morgun fyri, at leiðslan í grunninum avgjørt er nøgd við fyriliggjandi avtalu um sølu.
- Vit halda, at hetta avgjørt er besta boðið, vit hava fingið, meðan sølugongdin hevur verið, bæði í prísi og samanseting av keyparum.
Hon heldur, at leiðslan í grunninum er komið til eina skilagóða avgerð saman við nýggju íleggjarunum.
- Fyri Framtaksgrunnin er hetta avgjørt eisini besta úrslitið, vit kundu náa, legði hon aftrat.
Somu fyritreytir
Dagmar Joensen vísti á, at aðrir, sum hava ligið fram við at keypa P/F Faroe Seafood, júst hava havt somu fyritreytir, sum íleggjararnir, sum grunnurin nú hevur gjørt avtalu við.
- Eisini í hesum førinum var upp á tal, at Framtaksgrunnurin kundi vera við sum minnilutaparteigari, sigur hon.
Formaðurin í nevndini fyri Framtaksgrunnin sigur, at prísurin, sum grunnurin hesaferð fekk í boði og møguleikin við kapitalisering, gera, at hetta er ein skilagóður handil.
- Meðan Framtaksgrunnurin hevði átt felagið, hava viðtøkurnar ikki loyvt, at grunnurin setti meira pening í felagið. Men vit hava fingið nýggjar íleggjarar, kann felagið styrkjast eftir ynski og tørvi, sigur hon.
Vakstrarmøguleikar
Dagmar Joensen vísir á, at P/F Faroe Seafood soleiðis hevur nógv størri møguleikar at veksa, enn felagið hevði áður.
- Skuldafrí hevði fyritøkan í dag havt eitt virði upp á einar 250 mió krónur, sigur nevndarformaðurin.