Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
----
Tey flestu munnu vera samd um, at Føroyar í allar mátar eru eitt framkomið land, javnbjóðis øðrum vælferðartjóðum. Fá lond sum vit hava eitt so væl útbygt undirstøðukervi og samferðslunet. Tunlar, vegir, brýr, havnir og skip og tyrlur tryggja okkum lætta og skjóta atgongd til hvønnannan og ikki minst til høvuðsstaðin, sum er veitari av so mongum ymiskum tænastum til alt Føroya fólk.
Vit í høvuðsstaðnum eru eisini errin av hesi gongd og vilja – enn sum áður – gera alt fyri at skapa neyðugu karmarnar, ið kunnu tryggja øllum føroyingum tær mongu tænastur, sum eitt land eigur at veita sínum borgarum. Men til tað krevst, at vit sum fólk og tjóð eisini duga at síggja, at um vit ikki megna at savna okkara dýru íløgur í lívsneyðugar og týðandi samfelagsfunktiónir, men heldur spjaða tær til runt landið, so verður tað ongantíð betri eitt hálvgjørt.
Um somu tíð sum vit staðfesta, at Landssjúkrahúsið er sjúkrahúsið hjá okkum øllum, mugu vit eisini halda tað við líka og hjúkla um tað. At vit eru eitt framkomið vælferðarsamfelag, sæst jú millum annað av, at vit hava eitt Landssjúkrahús, ið er ført fyri at veita tær so týðandi tænastur, ið vit øll hava brúk fyri onkuntíð í lívinum.
Húsast við pengunum
Eg fari ikki her at siga, hvat Føroyar skulu við sjúkrahúsunum í Klaksvík og Suðuroynni, men eg vil bara siga, at tað hevur alstóran týdning, at teir skattapengar, sum verða brúktir til at halda við líka og menna okkara sjúkrahús ikki má býtast so nógv sundur millum trý sjúkrahús, at tað tekur grundarlagið undan einum vælvirkandi føroyskum meginsjúkrahúsi.
Tað vil altíð vera so, at vit fáa ikki viðgjørt allar sjúkur í Føroyum. Neyðugt verður tí framhaldandi at senda sjúklingar av landinum til viðgerð. Men vit eiga og mugu húsast sum best við teimum pengum, vit hava eftir til viðgerð her heima. Og tað gera vit ikki við at brúka skattapengarnar til at halda lív í og útbyggja trý sjúkrahús. Tað er hetta landið alt ov lítið til.
Landssjúkrahúsið má raðfestast enn hægri í framtíðini, um vit skulu megna uppgávuna. Her hugsi eg bæði um, tá okkara børn skulu koma heimaftur eftir lokna útbúgving í útlandinum, og tá ein oljuvinna fyrr ella seinni tekur seg upp her á landi. Hetta fer alt at seta uppaftur størri krøv til okkara meginsjúkrahús, Landssjúkrahúsið, og tí má og skal tað raðfestast væl og virðiliga.
Ikki hálvar loysnir
Her ber ikki til at tosa um bara hálvar loysnir á Landssjúkrahúsinum, tí pengarnir eisini skulu røkka til at viðlíkahalda og byggja smærru sjúkrahúsini út. Vit mug gera okkum greitt, at vilja vit vera eitt vælferðarsamfelag, samstundis sum vit lata dyrnar upp fyri nýggjum vinnum og fáa okkara egnu heimaftur at arbeiða, so er eitt vælútbygt og vælvirkandi Landssjúkrahús ein av fortreytunum.
Landssjúkrahús má kunna veita tær optimalu og bestu tænasturnar, og tí er alneyðugt, at ment verður eitt arbeiðsumhvørvi, sum ger, at sjúklingarnir og starvsfólkini, sum skulu vera um teir, trívast og hava bestu karmar at virka undir. Sum vælferðarsamfelag kunnu vit ikki gera annað!
Vit hava í áravís sæð, at okkara fólkavaldu landspolitikarar ikki hava torað ella dugað at tikið tær neyðugu avgerðirnar, tí alla somlu tíðina skulu takast øll møgulig smá fyrilit. Hetta ber ikki til, um vit skulu hava eitt meginsjúkrahús í Føroyum, sum virkar nøktandi – til gagns fyri allar borgarar í hesum landi. Álit og vilji krevst, fyri at vit fáa ment okkara sjúkrahús, og her vil eg, um møguleikin býðst, standa aftan fyri tykkum, sum har eru.