Vit eiga at hjálpa hvørjum øðrum

Heðin Mortensen heldur, at kommunurnar eiga at hjálpa hvørjari aðrari, tá ið bráðkomnar og óvæntaðar útreiðslur taka seg upp

- Eg havi onki ímóti, at kommunurnar hjálpa hvørjari aðrari, tá ið á stendur. Men tað skal ikki verða soleiðis, sum Magni Laksáfoss ætlar.

Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, er borgarstjórin í Havn og formaðurin í Kommunusamskipan Føroya rúkandi ósamd um ætlanina at gera eina kommunala útjavningarskipan.

Men Heðin Mortensen vísir kortini ikki heilt aftur tankanum um, at kommunurnar hjálpa hvørjari aðrari.

- Eg havi onki ímóti, at vit stovna ein kommunalan grunn, sum vit betala inn í. Men hann skal bara brúkast til at stuðla kommunum, sum fáa bráðkomnar og óvæntaðar útreiðslur.

- Stingur onkur serligur trupulleiki seg upp, sum førir stórar óvæntaðar útreiðslur við sær, kunnu kommunur so søkja um stuðul úr grunninum.

Hann nevnir, at eitt dømi kann vera, tað kann verða torført hjá eini minni kommunu at tryggjað einum fjølbrekaðum barni tey neyðugu menningartilboðini, tí tey eru ógvuliga dýr.

- Í slíkum føri kundu vit havt ein kommunalan grunn, sum stuðlaði, tá ið á stendur sigur borgarstjórin í Havn og formaðurin í Kommunusamskipan Føroya.

- Men tað verður ikki talingur um at gera ein kommunala útjavningarskipan, har summar kommunur skulu fáa stuðul til vanligan rakstur, leggur hann afturat.