VIT EIGA AT FÁA GONGD AFTUR Á BÝARBYGGING Í HAVN

Eftir komandi valskeið, eiga vit at kunna siga:

“Vit hava yvirtikið ein bý, lagdan undir asfalt, og vilja lata tykkum hann aftur við steinsettum túnum”.

(Frítt eftir Augustus Keisara: "eg havi yvirtikið ein bý úr múrsteini og latið tykkum ein bý úr marmor".)

“FráKongabrúnni til Gundadal”.

Vit síggja í at kalla øllum miðbýnum, at gongubreytskantarnir eru í knúsi, vit síggja eisini at at kalla allar gongubreytirnar eru asfalteraðar og at rørslutarnað skulu berjast við høgar gongubreytskantar, sum onkustaðni eru høgir sum lágir múrar – hetta er hvørki brúkaravinarligt ella estetiskt.

 

Vit síggja eisini at gøtur verða steinsettar uttan umhugsni fyri rørðslutarnaðum.

Eisini síggja vit hvussu trø í okkara vøkru urtagørðum verða skrykt upp við rót fyri at geva pláss fyri kassaformaðum fyrbilsskúlum, sum lýta umhvørvi almikið fyriuttan at verða varðar fyri komununar gloymsku, hvat skúlabygging viðvíkjir.

 

Vit hava enntá sæð, hvussu trø og runnar verða tikin burtur fyri at geva pláss fyri hissini gróti, sum er tikið úr haganum at leggja út ístaðin.

 

Tað er sum ein skrímsla er farin niðan gjøgnum býin.

 

Vit skulu fara uppá val at fáa hesi tingini í rættlag, vit eiga at fara undir aftur “fríðkan av býnum” so borgarin sær og skilir hvat teirra peningur verður brúktur til.

Vit eiga at hava virðing fyri peningi borgaranna – sum polittikarar í Bretlandi siga: “taxpayers money”.

 

Vit fara at arbeiða fyri at allur miðbýurin verður snøggaður við vøkrum flísaløgdum og steinsettum gongubreytum og plássum/túnum, sum í støðum verða takt við glasi og fríðka við lampum, beinkjum, blómukassum og barnavinarligum hentleikum.

Vegir/gongubreytir skulu allastaðni verða nýtiligar hjá rørðslutarnaðum.

 

 

Býarskipanin

Býarskipanin fyri allan býin skal endurskoðast fyri at dagføra hana til framtíðina. Dispositiónsætlan verður gjørd fyri alla kommununa, sum skal leggja upp fyri komandi tilflyting av øllum tí ungfólki, ið fer at koma higar at byggja vitanarsamfelagið.

 

Tær nógvu ætlanirnar, sum hava sæð dagsins ljós í seinastuni – summar eru igongdsettar og aðrar á pappírinum – eru sum tiknar úr leysari luft og uttan samsvarð við higartil gjørdar ætlanir, hóðast ørgrynna av byggilendi er í Suðurstreym, er farið niðan í fjøllini at byggja.

 

Vit minnast frálíku ætlanina hjá Tórshavnar kommunu frá 1986 “Havnin í næstu Framtíð” og var her serliga nógv gjørt burturúr at byggja nýggjan bý “Hoyvíkshagi Suður”.

Her var talan um rættiliga býarbygging við visiónum, og var nógv arbeiði lagt í at visualisera (tekna) ætlanina so fólk skiltu intensiónina við hugnaligum gøtumyndum og plássum at savnast á.

 

Henda ætlan verður nú gjøgnumførd í fullkomiliga avskeplaðum skapi, uttan tað ætlaðu býarbygging, sum var intensiónin tá.

Vit eiga at taka ætlanina fyri Hoyvíkshagan upp til endurskoðan (tað er ongantíð ov seint) og dagføra hana til nýggjastu tankarnar innan býar- og bústaðabygging.

 

Nevnast kunnu eisini íbúarbyggingin undir Kongavarða, Stóratjørn og meir ella minni fantasifullar byggingar á Skálatrøð, sum allar eru “sera interressantar”, sum leiðslan í býráðnum tekur til – ikki so at skilja, nógv í hesum ætlanum eru skilagóðar loysnir og vilja geva býnum eitt handilsligt og mentanarligt tilskot.

 

Vit skulu komandi taka lógvatak saman, at bera so í bandi, at Havnin gerst ein vakur og góður býur at búgva í, til frægd fyri øll sum búleikast her, til gleði fyri alt Føroya fólk og til vitjandi uttanífrá, sum koma higar sum ferðafólk at skoða land okkara ella at samstarva við okkum.

 

Býarbyggingin í Havn væntar nú allar góðar kreftir at fara til verka.