Vistu av ongum og fingu 400.000 í bót

Tað kostaði tveimum hetlendskum ísfiskatrolarum dýrt, at skipararnir ikki vistu, at Fiskiveiðieftirlitið herfyri stongdi eina leið á Munkagrunninum eftir kunngerðini um bráðfeingis veiðibann

Eftirlit

 

Sunnunáttina kom Tjaldrið á Havnina við trolarunum, Venture og Mizpah, sum um fylgissveinaeftirlitið hjá Fiskiveiðieftirlitinum vórðu sæddir á stongdari leið á Munkagrunninum.

Skipararnir, sum áður hava verið í føroyskum sjógvi, vistu ikki, at leiðin, teir royndu á, varð stongd hin 6. apríl. Teir vistu tískil av ongum og vóru í góðari trúgv, tá Tjaldrið kom á leiðina og bað teir fylgja við til lands.

 

Kostaði dýrt

At teir ikki vistu um lýsta bráðfeingis veiðibannið, kom at kosta teimum dýrt, slakar 400.000 krónur tilsamans.

Skipararnir tóku í Føroya Rætti við sektaruppskoti, og nú reiðaríini hava reist trygd fyri samlaðu upphæddini upp á slakar 400.000 krónur, eru skipini farin útaftur.

Teir báðir skipararnir á Venture og Mizpah fingu hvør sínar 100.000 krónur í bót, umframt at teir noyddust at reisa trygd fyri ávikavist 97.000 og 91.000 krónum fyri veiði, reiðskapi og sakarmálskostnaði.

Skipararnir søgdu, at teir vóru ikki kunnaðir um, at leiðin varð stongd, og teir gjørdu heldur einki fyri at krógva seg fyri myndugleikunum.

 

Vóru kunnaðir

Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at skotsku myndugleikarnir vóru kunnaðir um veiðibannið, eins og veiðibann altíð verður lýst á heimasíðuni hjá stovninum.

- Tað er hent nakrar ferðir í vár, at bráðfeingis veiðibann er lýst í 14 dagar í senn eftir kunngerðini um smáfisk. Skipanin er hon, at tá ov nógvur smáfiskur er uppi í veiðini hjá skipunum, og veiðibann verður lýst, verður bannið lýst seks tímar, áðrenn tað tekur við.

Spurdur, hvørjar møguleikar útlendskir skiparar hava at vita um slík bráfeingisbann, sigur Fiskiveiðieftirlitið, at teir í fyrsta lagi kunnu venda sær til fiskiveiðimyndugleikarnar í heimlandinum.

- Onkur skipari vendir sær eisini beinleiðis til vaktarskipini hjá okkum, eins og onkur vendir sær til Fiskiveiðieftirlitið. At skiparar vilja tryggja seg við at spyrja seg fyri, er nakað, sum hendir av og á.

Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at slík veiðibann eisini verða lýst á heimasíðuni við enskum teksti, men leitiskipanin á heimasíðuni er ikki á enskum.

- Hetta er ivaleyst nakað, sum vit kunnu gera nakað við og gera betri, verður lagt aftrat.

 

Høvdu veiðiloyvi

Bæði Venture og Mizpah høvdu annars loyvi at fiska í føroyskum sjógvi eftir fiskiveiðisáttmálanum millum Føroyar og ES, og hevði bráfeingis veiðibann ikki verið lýst, høvdu skipini eisini havt loyvi at fiskað á hesi leið á Munkagrunninum.

- Vanliga boða vit skipum, ið fiska á leiðum, sum verða stongdar eftir hesi kunngerð, frá, tá veiðibannið verður lýst. Sama er við skipum, sum fiska nærindis. Tá fáa tey stundir at gevast og rýma, áðrenn bannið gerst effektivt.

Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at hetlendsku ísfiskatrolararnir vóru komnir í føroyskan sjógv, eftir at veiðibannið varð lýst.

Nevnda leið á Munkagrunninum er stongd fram til 20. apríl.