Summi byggja angan upp við shower gel og body lotion av sama merki. Tað ger angan djúpari og fær hann at halda longri.
Um tú ætlar at tekkjast hinum kyninum eru angar við vanilju, kanel, muskat, jasmin, túpurósu, moskus og eksotiskum blómum avgjørdir vinnarar.
Um dagin skal luktilsi koyrast á innaru síðuna av albogunum, og á innaru síðuna av skøvningunum ongantíð aftan fyri oyruni. Á kvøldi ber til at spraya luktilsið aftanfyri knøini, so angin ikki órógvar, tá tú etur, men koritni kemur til sín rætt, tá tú dansar.
Tá tú sólar tær hevur tað týdning, at tú ikki brúkar luktilsi við alkohol, tí tað kann geva ljósar blettir á húðina, sum tíbetur fara burtur eftir eina tíð.
Ein deodorantur hevur ikki nógvan anga. Hann er ætlaður at halda sveittaluktinum burtur og angin heldur ikki leingi.
Eau de toilette verður nýtt um dagin og nøgdin av luktilsi heldur í 4-6 tímar.
Eau de Parfum verður nýtt á kvøldi eller tá tú vilt anga eitt sindur meira. Angin heldur í 6-8 tímar.
Rein parfuma er ógvuliga kostnaðarmikil og verður bert brúkt til serlig høvi. Angin av reinari parfumu heldur í 8-12 timer.