Óvist um eftirlitið ger nakað við Tvøroyrar Býráð

Borgarstjóri kann verða biðin um at verða loystur úr starvi og kommunuala eftirlitið veit ikki um tað fer at viðgera málið um borgarstjóraskiftið á Tvøroyri

Borgarstjóraskifti



Enn er óvist, um borgarstjóraskiftið á Tvøroyri mánakvøldið fær nakað eftirspæl.
Hilmar Høgenni á Kommunala Eftirlitinum í Lógmálaráðnum, sigur, at enn er avgerð ikki tikin, um eftirlitið fer at taka málið upp.
Eftirlitið kann taka málið upp av sínum eintingum, men støða er ikki tikin til tað enn.
Og tað er heldur ikki sagt, at tað er nøkur orsøk til at taka málið upp.
?Borgarstjórar kunnu biða býráðið um at vera sagdir úr starvi og so tekur býráðið støðu til, um tað gongur umsóknini á møti.
Hetta er ikki tað sama sum var, tá ið býráðssamgongan á Tvøroyri varð skipað, tí tá var upprunaliga avtalað, at borgarstjóraskiftið skuldi fara fram nú.
?Slíkar avtalur eru ólógligar, tí borgarstjórar eru valdir fyri alt valskeiðið og tað ber ikki til at avtala, hvussu leingi í einum valskeiði, ein borgarstjóri skal sita.
Hilmar Høgenni sigur, at tá ið tað stendur í kommunustýrislógini, at borgarstjórin er valdur fyri alt valskeiðið, er tað fyri at verja borgarstjórarnar sjálvar.
?Tað er stór ábyrgd, sum verður løgd á borgarstjórarnar og tí vilja vit tryggja teimum, at teir kunnu ikki vera koyrdir frá uttan so, at teir misrøkja sínar skyldur ella gera okkurt revsivert, ella aðrar ávlarsligar orsøkir eru fyri tí. Tað skal ikki bera til at koyra eina borgarstjóra frá, bara tí ein ein meiriluti í býráðnum semist um tað.
? Men teir kunnu sjálvir søkja býráðið um at verða loystir úr starvi og so skal býráðið samtykkja tað.
?Tað kann væl hugsast, at tað er ein góðtakilig orsøk, at ein borgarstjóri biðjur um at verða loystir úr starvi av persónligum orsøkum, men tað kann ikki góðtakast, at hann skal fara frá tí at ein avtala er gjørd um tað frammanundan, sigur Hilmar Høgenni.