Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ikki afturkallað nakrar dadlur frá Rema1000 enn, tí enn hevur Fødevarestyrelsen ikki eyðmerkt, hvørjar dadlur talan er um.
Í Danmark eru 13 fólk smittaði av Hepatitis A, tað er livrabruni, og illgruni er fallin á dadlur frá Rema 1000. Sambært Statens Seruminstitutt hava tey smittaðu øll tað til felags, at tey hava etið dadlur frá Rema 1000 seinastu tíðina.
Higartil eru 13 fólk smittaði, átta kvinnur og fimm menn, millum 17 og 79 ár. Tólv teirra hava verið innløgd á sjúkrahús.
Statens Seruminstitutt hevur tí biðið Fødevarestyrelsen at kannað, hvørjar dadlur talan er um, so at hesar kunnu afturkallast.
Í Føroyum selja Á-handlarnir vørur frá Rema 1000, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan veit ikki enn, um smittaðu dadlurnar eru seldar í Føroyum. Ikki fyrr enn Fødevarestyrelsen hevur staðfest, hvørja sending av dadlum talan er um, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan spyrja seg fyri hjá føroysku handlunum, um teir selja hesa vøruna.
Hepatitis A smittar vanliga gjøgnum mat og vatn, sum er dálkað av menniskjaskarni. Vanligu sjúkueyðkennini eru at húðin og tað hvíta í eygunum gerst gult, landið gerst myrkari og skarnið ljósari. Annars fáa fólk fepur, vaml, magapínu og leyst lív.
Óvist er, nær dadlurnar eru keyptar. Sjúklingarnir eru blivnir sjúkir frá miðjum desembur mánaði, men tað kann taka upp í fýra vikur, frá ein er smittaður, til sjúkueyðkennini gera um seg.









