Óvist hvat sjómansheimið verður brúkt til

Hesar seinastu mánaðirnar hevur sjómansheimið í Runavík – Hotel Runavík - verður afturlatið. Samstundis verður arbeitt við at fáa greiðu á, hvørja framtíð hetta hotellið hevur.

Runavík: - Tað hevur verið tungt at reka hotellið tey seinnu árini. Tí verður tað neyvan latið upp aftur í sama líki sum áður, sigur virkandi formaður í nevndini, Jaspur Langgaard við blaðið Trúboðin.

Hann ynskir hugskot um, hvat stóri bygningurin mitt í Runavík kann nýtast til.

Eitt hugskot er sjálvandi at selja bygningin, men sum skilst verður hetta seinasti útvegurin hjá nevndini.

Nevndin kannar nú aðrar møguleikar fyri, hvat tað kann nýtast til, og við sama endamáli sum tað varð bygt.

Seinastu 10 árini hevur sjómansheimið havt átta leiðarar. Hóast hesi fólkini hava gjørt sítt ítasta at fáa raksturin hevur tað ikki borið til, hóast búskaparligan vøkstur í landinum annars.