Sandoyingar og Hestfólk hava sagt Tróndi farvæl og boðið Teistanum vælkomnum. Tó er tað Sam, ið førir fólk um Skopunar- og Hestfjørð. Orsøkin er, at sáttmálaviðurskiftini hjá manningini umborð á Teistanum ikki eru fingin í rættlag enn. Striltið gongst við hesum, skilst á lagnum.
Inntil Teistin verður settur í sigling, røkir Sam hesa farleiðina. Tað verður tó ikki møguligt hjá Teistanum at leggja at í Hesti, fyrr enn umbyggingin av havnalagnum á staðnum er liðug. Hetta verður væntandi ikki fyrr enn einaferð í heyst. Tí skal ein avloysari finnast.
Bjóða Hestleiðina út
Fólk í Hesti hava víst sína ónøgd við, at ein lítil bátur, ið er 26 føtur varð settur at røkja siglingina út í Hest. Tey vístu á, at báturin ikki hevði megnað at røkt farleiðina á ein nøktandi hátt. Henda ætlanin er nú løgd til viks.
Nú siglir Sam so út í Hest, men tá sáttmáli verður undirskrivaður millum lønardeildina á fíggjarmálastýrinum øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin skal Teistin sigla ímillum Skopun og Gomlurætt. Tá skal Reidar Nónfjall finna ein bát at sigla út í Hest, og tað verður ikki Sam, tí er ein ov dýr loysn.
? Vit arbeiða við øðrum loysnum nú, og ætlanin er at lýsa í bløðunum eftir fólki, ið hava áhuga í at røkja siglingina út í Hest hesar fýra næstu mánaðirnar. Trupulleikin hjá okkum er at finna eitt hóskandi skip, sigur Reidar Nónfjall.
Tað verður so onkur privatur, ið verður settur at røkja farleiðina, tí strandferðslan hevur einki skip til taks. Reidar sigur seg hava onkrar møguleikar at loysa trupulleikan, men tað eru oftast loysnir, hann ikki er nøgdir við.
? Tað er ikki altíð so lætt at finna nøktandi loysnir til hesar farleiðirnar. Skipini kunnu ikki bara setast inn her og har, tí tey skulu passa. Eitt er krøvini frá skipaeftirlitinum, og so skulu tey eisini passa til havnalagið á staðnum, sigur Reidar.
Reidar lýsir støðuna sum ein línudans, har strandferðslan skal javnviga á línuni. Hann vísir á, at lappaloysnirnar eru sera kostnaðarmiklar. Harafturat kunnu vinnulívið og fólkið á staðnum ikki liva við lappaloysnum.










