Óvissa um eldrasambýlið í Svínoy

Almannamálaráðið hevur onga umsókn fingið aftur um stuðulslán til at byggja eldrasambýli í Svínoy

Út yvir at Klaksvíkar kommuna í ár fer at inniloka húsið á ætlaða eldrasambýlinum í Svínoy, er ivasamt, um Svínoy fær nakað eldrasambýli.
Almannamálaráðið og Nærverkið hava einki havt við málið at gera í tvey ár.
Í 2009 søkti Klaksvíkar kommuna um stuðulslán bæði til at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík og eldrasambýli í Svínoy, og tá kommunan varð noydd at raðfesta, valdi hon røktarheimið í Klaksvík.
Síðan hevur Klaksvíkar kommuna ikki søkt tað almenna um fígging til eldrasambýlið.

Borðið fangar
Tað var undanfarna býráð í Klaksvík, sum bant seg til yvirfyri svínoyingum at byggja eldrasambýli í Svínoy. Avtalan varð niðurfeld í samanleggingarsáttmálanum.
Tí avtaluni dámar Gunvá við Keldu, núverandi borgarstjóri ikki at leypa frá, hóast eingin kennir til tørvin á eldraplásum í Svínoy. Hon heldur, at kommunan hevur skyldu til at standa við sítt orð.
Peningur er settur av á fíggjarætlanini hjá kommununi til at inniloka húsið. Gunvá vð Keldu útilokar ikki møguleikanum fyri, at húsið kann verða brúkt til okkurt annað endamál.
- Tann spurningurin kann altíð takast uppaftur, sigur Gunvá við Keldu.
Eingin kanning er nakrantíð gjørd av tørvinum á eldraplássum í Svínoy, og hann er neyvan vaksin, síðan hugskotið kom fram. Við ársbyrjan stóðu 38 fólk skrásett at hava bústað í Svínoy.
Seinasta tørvskanningin var fyri øki, í hesum førinum norðoyaøkið, ikki bygd fyri bygd.
Lítið sannlíkt er, at gomul fólk eru til reiðar at fara úr øðrum bygdum á sambýli í Svínoy. Eldri fólk í Svínoy hava eisini sagt, at tey heldur vilja liva síni ellisár antin í Klaksvík ella i Havn, har børn teirra búgva.
Heldur ikki er nakrantíð kannað, um heilsustarvsfólk eru sinnað at fara til Svínoyar at arbeiða.