Føroyar eru ikki bundin av nøkrum av heimsmálunum hjá ST og tað lættasta vildi uttan iva verið, ikki at gjørt nakað fyri at náa tey.
- Men tú kemur ikki altíð longst við at fara, har garðurin er lægstur, segði løgmaður í røðu síni, tá hann setti ráðstevnuna um tey 17 heimsmálini í morgun.
- Sum ein ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum eiga Føroyar, á sama hátt sum onnur lond, at taka menningarmálini hjá ST til sín og eftir førimuni royna at røkka teimum. Og tað hava vit í landsstýrinum eisini valt at gera, segði Aksel V. Johannesen.
Hann sigur, at menningarmálini eru eitt ogtt amboð hjá okkum at økja okkara tilvitan um, hvussu vit kunnu menna okkara samfelag upp aftur meira og hvussu hetta kann gagna bæði landi og fólki. Hann vísir tó á, at tað ikki er nóg mikið, at tað bara eru vit politikarar, sum síggja týdningin í menningarmálunum.
- Tað er neyðugt, at menningarmálini komandi árini gerast fólkslig, tí søgan vísir okkum, at tað ikki er nóg mikið at hava høgtflúgvandi visjónstos, sum ofta endar sum mjørkatos hjá vanliga borgaranum, um ítøkilig mál ikki fylgja við. Skulu vit tryggja okkum, at fólk ikki renna rópandi burtur, so er neyðugt at gera menningarmálini til nakað jarðbundið og innihaldsríkt fyri hin einstaka, segði Aksel V. Johannesen.
Hann heldur, at vit í Føroyum skulu kóka menningarmálini niður til nakað, sum vit øll, hvør í sínum lagi, kunnu gera nakað við í okkara gerandisdegi.
- Vit kunnu gera stórar batar við at hvør einstaklingur átekur sær at gera sítt. Landsstýrið fer nú at gera eina støðulýsing fyri at staðfesta, hvar vit eru í mun til tey 17 menningarmálini. Henda støðulýsing verður okkara grundarlag fyri, hvussu vit raðfesta frameftir innan ávís menningarmál. Lýsingin gevur okkum eisini eitt haldgott grundarlag at samanbera við onnur lond og at kunna í altjóða høpi um, hvussu tað gongur við okkara arbeiði við menningarmálunum, segði løgmaður í røðu síni.