Vísir: Hallur, Gunnar og Kaj Leo vera ikki í oddinum og Patrik flytur niður

Teir fótbóltskønu hjá stóra íslendska blaðnum, Vísir meta ikki, at nakað føroyingalið sleppur út í Evropa komandi kappingarár

Teir fótbóltskønu hjá Vísir og Støð2 í Íslandi hava mett um hvar tey 12 liðini í bestu íslendsku mansdeildini í fótbólti enda á stigatalvuni tá kappingini er lokin síðst í september.

 

Sæð við føroyskum brillum mugu vit vóna, at teir íslendsku serfrøðingarnir ikki fáa rætt í sínum metingum.

 

Íslendsku fótbóltsserfrøðingarnir vænta, at liðið hjá Patriki Johannesen, Keflavík endar næstaftast við einum 11. plássi og flytur niður í næstbestu deildina.

 

Somu serfrøðingar meta, at liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Akranes endar á einum áttanda plássi.

 

Íslendsku fótbóltsserfrøðingarnir vænta, at Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH enda á einum fjórða plássi. Somu serfrøðingar vænta, at Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR enda á einum fimta plássi.

 

Sum er sleppa bert trý íslendsk lið út í Evropa, so hava serfrøðingarnir rætt í sínum metingum sleppur einki føroyingalið í Íslandi út í Evropa í 2023.