Virus kann kosta størv í týska bilídnaðinum

Yvir 100.000 starvsfólk í týska bilídnaðinum eru í váða fyri at missa starvið vegna koronavirus, sigur leiðandi týskur serfrøðingur.

Roknað verður við at eftirspurningurin eftir nýggjum bilum fer at fella við umleið 15 prosentum í ár, metir Ferdinand Dudenhöffer, granskari, frá Duisbur-Essen-unirversitetinum.

Um borið verður samanvið fíggjarkreppuna í 2009-09, kann tað taka meira enn 10 ár at vinna tað mista aftur, skrivar hann í eini greining sambært týsku tíðindastovuni dpa.

Granskarin metir, at tað verður ein yvirkapasitetur á týsku verksmiðjunum millum 1,3 og 1,7 milliónir bilar, sum eftirspurningur ikki verður eftir. Tað fer at føra til færri størv, heldur Dudenhöffer

/ritzau/