Í næstum verður ymiskt virksemi hjá Rúsuni kanska bjóðað út.
Tað er í hvussu so er eitt hugskot, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum hevur reist.
Hann sigur, at lógin áleggur Rúsuni at hava eitt ávíst avlop.
Men samstundis áleggur lógin eisini at Rúsan skal tálma nýtsluni
Í hesum sambandi varð prísurin hækkaður nakað síðani og tað førdi til minni sølu.
- Av tí, at sølan er minkað, er avlopið minkað. Men kravið til avlop er stórt og tí má sølan økjast fyri at halda lógina.
Sostatt mugu onnur stig takast fyri at halda lógarkravda avlopskravið, sigur hann.
- Hetta eru krøv, sum eru fullkomiliga í andsøgn við hvørt annað og tað setir avvaraðandi landsstýrisfólk í eina rættiliga stóra knípu. Tað er ringt at blása og hava mjøl í munninum, men landsstýrismaðurin má halda lógina, annars fær hann trupulleikar mótvegis Løgtinginum.
Sostatt liggur Johan Dahl, sum lús ímillum tvær negl.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað besta hevði verið at sloppið Rúsuni undan einum kravi um avlop.
- Ístaðin fyri kundu avgjøldini verðið hækka, men so sleppur Rúsan undan ábyrgdini at bera eitt ávíst avlop í landskassan um árið.
Ella kann Rúsan skipast uttanfyri fíggjarlógina, akkurát, sum Apotekið.
Bjóðast út
Men eydnast tað ikki, er neyðugt, at taka onnur stig takast fyri at kunna halda lógina.
Eitt av hesum stigum er at Rúsan og Posta verða samansjóðað.
- Tað kann hava fyrimunir við sær við umsiting, hølum, flutningi og øðrum, sigur Johan Dahl.
Men hann staðfestir eisini, at verður virksemi hjá Rúsuni lagt út til onnur, má tað bjóðast út í fríari kapping.
- So kann Posta bjóða upp á virksemi á jøvnum føti við aðrar veitarar, tí tað ræður um at fáa tað bíligasta tænastuni, leggur hann afturat.
Johan Dahl sigur, at enn er ongin avgerð tikin, men at hetta eru møguleikar, sum eru nevndir fyri at kunna halda lógina.
Í hesum sambandi nevnir hann eisini, at eftirsum bryggjarí kortini hava sølustøð kring landið, hví so ikki bara fáa øl í handlarnar
- Tað er væl ongin munur á at fara í ein handil og at fara í eitt depot at keypa, sigur hann.
Hann sigur, at alt hetta eru viðurskifti, sum mugu takast upp politiskt. Men hann leggur afturat, at tað átti at borið til at fingið semjur um eina skilagóða loysn.
Rúsan skal ikki rekast á vinnuligum grundarlagi
- Vit mugu sleppa burtur úr hesi støðuni, at Rúsan verður rikin á handilsligum grundarlagi.
Tað heldur Pál Weihe, formaður í fyribyrgingarráðnum.
Hann hugsar serliga um, at tað er eitt politiskt krav til Rúsuna, at hon skal geva eitt ávíst avlop um árið.
- Tað verður ov nógv hugsað á handilsligum grundarlagið, tí hetta er at eggja rúsuni til at selja sum mest
- Tað er ein støða, sum vit eiga at sleppa burtur úr.
Hevði avlopið hjá Rúsuni av øllum illum verðið brúkt til fyribyrgjandi arbeiði, hevði tað verið linnandi umstøður. Men tað ger tað ikki, tí tað fer beint í stóra pott hjá landskassanum.
Hann sigur, at ein samanlegging ímillum Rúsuna og Posta er ikki serliga ítøkilig og tí veit hann ikki, hvat fólkeheilsuráðið hevði sagt til tað.
Men hann kann so mikið sum tað, at ráðið er ógvuliga ivingarsamt um tað handilsliga prinsippið, sum tykist at liggja aftanfyri, nevniliga at økja søluna hjá Rúsuni.
Hinvegin hevur Fólkaheilsuráðið mælt til, at Rúsan verður løgd undir heilsumálaráðið og so kann ein ávísur samrakstur fáast við Apotekið.
Men tað merkir ikki, at Apotekið eisini skal selja brennivín, ella Rúsan eisini skal selja heilivág, sum onkur hevur speiðrikið við.
Men talan kann vera um felags goymslustýring, bókhald o.s.fr.
Les eisini greinina. Stórir fyrimunur at leggja Rúsuna og Posta saman