Virkisvitjan: Bakstur og bygging í Vági

Hetta er ein frásøgn frá vitjan á kondittarínum hjá Sheilu í Vági - og hjá byggifyritøkuni, Norcon

 

Í vikuni vóru limir í havna- og vinnunevndini og vinnumennarin hjá Vágs kommunu aftur og vitjaðu fyritøkur í býnum.

 

- Byrjað varð í kondittarínum hjá Shailu, sum tók væl ímóti okkum. Shaila greiðir frá, at nóg mikið er at gera, tíbetur. Dagliga koyrir hon vørur í handlar her í Vági og á Tvøroyri, og harumframt eru sera nógvar bíleggingar til køkur og annað.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at kondittaríið hjá Shailu er væl útgjørt, og stórar íløgur eru gjørdar í at útvega ovnar, kuldaskáp og aðra útgerð, sum hoyrir einum nútímans kondittaríi til.

 

Shaila greiðir frá, at hon hevur mangan hugsað um at fingið sær ein lærling, men hetta má bíða, til børnini eru vorðin eldri, tí tað er krevjandi at hava lærling.

 

- Maðurin, Eddie, siglir í frálandavinnuni, og Shaila sigur, at tað er eitt putlispæl at fáa børn, arbeiðið og frítíð at ganga upp, tá maðurin er burturi. Tá hann er heima, er hann henni ein stór hjálp á kondittarínum. 

 

Shaila letur væl at søluni og sigur, at vágbingar eru raskir at stuðla og seta prís uppá tað góða handverkið, sum sermerkir vørurnar hjá Shailu. 

 

##med2##

 

Næsta vitjanin hjá limunum í havna- og vinnunevndini og vinnumennaranum hjá Vágs kommunu var hjá byggifyritøkuni, Norcon úr Vági.

 

- Vitjað var uttanfyri nýggja íbúðarbygningin, sum framvegis er í gerð í Bøgøtu. Stjórarnir, Hjalmar Magnussen og Rúni Eyðunsson, eru bæði blíðir og týðir og greiða frá um nýggju íbúðirnar. Teir vísa okkum eisini runt á arbeiðsplássinum, og alt sær avbera gott út.

 

Teir siga, at stórur áhugi er fyri íbúðunum, sum eru stórar. Tær liggja um 100 fermetrar, og prísurin á 1,85 milliónir krónur eigur at vera yvirkomiligur. 

 

- Vit fáa okkum ein drekkamunn uttanfyri í sólini, og prátið gongur væl. Greitt er, at umframt at Norcon er ein stór og vælrikin fyritøka, eru oddamenninir framsýntir og bera alsk til bygdina.

 

Teir gleðast um alla framgongd og vilja verða ein partur av at skapa framgongd í bygdini.

 

- Nógvar stórar fyritøkur brúka stórar upphæddir fyri at læra seg sosiala ábyrgd, Corporate Social Responsibility, men her á Bøgøtu standa tveir vágbingar, sum vísa í verki, at sosial ábyrgd er teirra medferð og avspeglar, hvussu fyritøkan verður rikin. 

 

Í Vágs kommunu takka tey fyri góða og kveikjandi vitjan hjá Shailu og Norcon, og teimum verður ynskt blíðan byr.