Tveir menn úr Montenegro eru í rættinum í Århus dømdir fimm og eitt hálvt ára fongsulsrevsing fyri at hava rænt ein urhandil í Århus 23. mai í fjør.
Ein maður úr Hollandi er dømdur hálvtannað ára fongsulsrevsing fyri at hava fingið pening við at flyta og hava urini.
Allir tríggir eru útvístir úr Danmark.
Menninir rændu 62 ur av merkjum sum Rolex og Omega fyri 5,6 milliónir krónur.
31 ára gamli Marko Atlagic hótti eigaran av urhandlinum Kejser við skambyrsu, sum varð hildin uppi undir høkuna.
Samstundis tømdi 27 ára gamli Danilo Korac montrurnar fyri ur.
Undir ráninum, sum tók sjey og ein hálvan minutt, kom eitt starvsfólk inn í handilin.
Starvsfólkið varð eisini hótt við skambyrsu, og ránsmenninir bundur hendur og føtur hjá báðum við stripsum.
Teir báðir menninir játtaðu seg lutvíst sekar, men teir søgdu, at teir brádliga funnu upp á ránið, meðan teir vóru ferðafólk í Aarhus.
Rætturin tók ikki undir við hesi frágreiðing.
Talan var um eitt tilætlað rán av serliga álvarsligum slag, sigur rættarformaðurin.
Videoeftirlit vísir, at menninir kannaðu økið kring urhandilin dagarnar frammanundan ráninum.
Eftir ránið flýddu menninir í einum bili, sum teir lótu eftir í norðara parti av Aarhus.
Her skiftu teir til ein stolnan Passat og løgdu leiðina móti Sønderborg, har teir gistu í einum Airbnb bústaði.
Løgreglan sporaði menninar, og ein drona varð send í luftina fyri at halda eyga við teimum.
Fimm dagar eftir ránið legði løgreglan uppí.
Hetta hendi, tá urini vóru latin 37 ára gamla niðurlendska manninum í einum bilflutningsbili.
60 av teimum 62 stolnu urunum vórðu funnin í tveimum útholaðum pútum í einum bili á lastini á bilflutningsbilinum. Tey bæði seinastu urini eru ikki funnin.
Verjin, Dorthe Lysgaard, segði ránsmenninar vera "ógvuliga kaldblóðigar" og "professionellar" í rættinum.
Sambært ákæranum gjørdu teir bara "eitt mistak" - og tað var at steðga á í Sønderborg eftir ránið í staðin fyri at halda fram beint yvir um markið til Týsklands.
– Tá høvdu teir nokk verið yvir háls og herðar, og vit høvdu næstan ikki kunnað funnið teir, segði Dorthe Lysgaard.
Áðrenn dómurin varð sagdur, nýttu tveir av monnunum høvið at hava seinasta orðið.
– Eg biði um umbering. Hetta er størsta feilurin í lívi mínum, segði 31 ára gamli maðurin, sum var í hvítari troyggju og gráum hosum.
27 ára gamli maðurin bað eisini um umbering fyri grovu viðferðina av urhandilinum og starvsfólkinum.
Teir báðir menninir úr Montenegro tóku ímóti dóminum, meðan niðurlendski maðurin, sum noktaði seg sekan, hevur biðið um tvær vikur at umhugsa.
/Ritzau/











