Virkið felag fylt 25 ár

Mikudagin 26. mai fylti Heilsuhjálparafelag Føroya 25 ár. Í hesum sambandi var almenn móttøka í húsum felagsins í Fr. Petersensgøtu 7 í Havn. Ása Olsen hevur verið forkvinna í felagnum síðan 1996

Heilsuhjálparafelag Føroya varð stovnað 26. mai 1979 sum eitt fakfelag við tí endamáli at fáa skipaði viðurskifti hjá heimahjálparum í Føroyum.

Í 2001 varð Heilsuskúlin á Tvøroyri settur á stovn, og síðan eru 100 heimahjálparar uppskúlaðar til heilsuhjálparar. Heimahjálpararnir ganga 10 vikur á skúlanum og eru 14 vikur í starvsvenjing á einum røktarheimi ella sambýli.

Aðalfundur felagsins var 24. apríl 2004. Um kvøldið hendan dagin var stór veitsla fyri limum og innbodnum. 270 fólk vóru til veitsluna.

Nevndin skipaði seg soleiðis: Ása Olsen, Tórshavn, forkvinna, Guðrið Klein, Tórshavn, næstforkvinna, Hanna West, Hvalba, kassameistari, Elsa B. Joensen, Klaksvík, skrivari, Hildur Johannesen, Tórshavn, nevndarlimur, Jórun í Løðu, Miðvágur, nevndarlimur, Surid Thorsteinsson, Vágur, nevndarlimur, Margareth Johannesen, Leirvík, tiltakslimur, og Gunleyg Jacobsen, Klaksvík, tiltakslimur. Forkvinnan verður vald beinleiðis á aðalfundinum. Ása Olsen hevur verið forkvinna síðan 1996.

Felagið hevur 450 aktivar limir í øllum landinum.

Føðingardagin hjá felagnum møttu umleið 70 fólk til móttøkuna, bæði teirra egnu limir og limir í øðrum fakfeløgum.