Í eina tíð hevur verið arbeitt við at skapa møguleikarnar fyri at seta eina lyftu í felagshúsið hjá Ungmannafelagnum Virkinum á Sandi.
Tað er Emiel Simonsen, timburmaður og tekniskur assistentur, ið hevur staðið fyri hesum arbeiði, sum hann hevur greitt væl úr hondum.
Ein snøggur útbygningur er bygdur aftrat felagshúsinum, og umframt at lyftan verður sett upp her, verður eisini pláss til klædnarúm í útbygninginum.
Nú hesin tilbygningur er bygdur, kemur hetta samstundis at skapa nýggjar møguleikar í niðaru hæddinum í ungmannafelagshúsinum.
Tað var Palli Gregoriussen, ið teknaði ungmannafelagshúsið á Sandi, sum stóð liðugt í fyrra helmingi av fimmtiárunum og varð útbygt aftur í 1979.
- Lyftan er av slagnum Wessex, sum Maskinhandilin í Havn umboðar, og tað fer helst at taka einar tveir ella tríggjar dagar hjá teimum at samla lyftuna og seta hana upp, sigur Emiel Simonsen.