Virgar og Rolf og tað negativa

Oddvør Johansen
--------


Viðhvørt kunnu kjak og orðaskifti vera gagnlig og fáa nýggjar tankar á flog. Men eg fari at geva Dávidi Isfeld púra rætt í hansara lesarabrævi í vikuni, hóast bræv hansara kanska hevði ein nakað bondskan enda.
Í mong, mong ár eru føroyingar blivnir vælsignaðir við greinum og hugleiðingum frá tveimum eldri føroyskum útisetum, Virgari Dalsgaard og Rolf Guttesen. Báðir gløggir og lærdir menn, mentamenn við sosialum medviti og eftir skriving teirra at døma eisini politiskt árvaknir.
Tó undrast Dávid Isfeld og eg sjálv á, at TAÐ NEGATIVA fyllir so nógv hjá hesum skrivandi monnum. Brøv teirra eru oftast kritisk, viðhvørt niðurgerandi og speisk og ofta eitrandi, og eingin ivi er um, at hetta heldur fólki frá at fara út í eitt orðaskifti við teir.
Einki hevði verið betri enn, at stóra vitan teirra Rolfs og Virgars innan mál, klassiska mentan, akademiskt virki og metodur kundi komið okkum føroyingum til gangs onkusvegna.
Men her loypir ketan knappliga av, tí tað, teir í mestan mun umrøða, eru gamlar syndir. Syndir ið ikki skulu strikast ella fyrigevast, men í staðin prentast inn í heysin á unga ættarliðnum í Føroyum. Hálvtrýss til hundraðára gomul politisk mistøk og dáragerðir, sum í tjóðskaparligum ovurhuga ella býttleika eru gjørd í eini fjarari fortíð, skulu ”upplýsa” føroyingar.
Rolvur og Dalsgarður síggja reytt, tá ið talan er um tjóð- ella fullveldi. Øll mistøk, ið henda rørsla møguliga hevur gjørt, ger ella væntast at gera, verða hivað út úr skápinum og láturliggjørd. Nógv fólk, bæði livandi og deyð, verða hunddálkað og háað. Tey skulu hava koyrilin. Hetta býður mær ímóti. Støðið er ov lágt. Søgan – til dømis lásagølan í Tinganesi - hevur víst, at eingin fer væl, tí annar fer illa. Hetta er eisini galdandi fyri politiskar flokkar. Hyggið at úrslitunum.
Annað skal til enn eiturbland og koyrlar at byggja land við, tað vísir søgan okkum eisini.
Tíbetur tykist tað í dag vera so, at fleiri av teimum ungu politikarunum, kvinnur sum menn, ikki klistra so fast til krakkarnar, at tey moralskt lata seg keypa fyri lítið og lætt.
Tann gamli mátin við at skylda upp á onnur, tá ið tú sjálvur ikki dugir, riggar ikki longur.
Hann er passé!
Tí hoyra Rolf Guttesen og Virgar Dalsgaard eisini eini farnari tíð til.