Leygarkvøldið skipaðu nólsoyingar fyri stórari nátaveitslu í Ungmannafelagshúsinum Royndini, har ikki færri enn 150 fólk høvdu teknað seg.
Her var góður matur - sjálvsagt við nátunga sum høvuðsrætti, og her var rabarbugreytur omaná. Á skránni var eisini sangur, tónleikur og skemt.
Nólsoyingar eru óførir at skipa fyri, og tey duga sera væl at syrgja fyri, at øll - eisini avbygdafólk - kenna seg vælkomin á slíkari veitslu.
Á nátaveitsluni varð eisini ársins nátakongur 2018 í Nólsoy avdúkaður, og nátakongur gjørdist Virgar Joensen, sum fekk flestar nátungar av nólsoyingum í ár.