Føroyski Jón Róason Falck, sum saman við familjuni flutti til Íslands í fjør, fekk fríggjadagin Virðisløn Unga Fólkið í Reykjavík. Virðislønin varð latin í sambandi við Dag Íslendska Tungu, sum var fríggjadagin. Hetta er dagur, tá tey hátíðarhalda málið móðurmálsdagur, sum vit kunnu kalla tað á føroyskum.
Jón Róason Falck gongur í sætta flokki í Vogaskóla í Reykjavík. Hann fekk virðislønina fyri sín brennandi áhuga fyri íslendska málinum og fyri at hava lisið krevjandi íslendskar bøkur, sum hava betrað um orðavalið hjá honum.
Tað var fyrrverandi forseti Íslands, Vígdis Finnbogadóttir, sum handaði honum virðislønina.
Dagurin fríggjadagin var Dagur Íslenska Tungu og í tí sambandi blivu lætnar virðislønir til unga fólkið í Reykjavík. Reykjavík Bókmenntaborg og UNESCO halda bókamessu hetta vikuskiftið í Reykjavík.
Vit fluttu til Íslands í august í fjør, tí maðurin hjá mær er undir lesnaði vit eru tvey vaksin og fýra børn, sigur Sonja Herietsdóttir Falck, sum er mamma Jón.