Virðing er ikki nakað man biður um - tað er nakað man hevur uppiborið!

Vit mugu ikki gera sum Tjóðveldisflokkurin ætlar, og biða og bøna danska Fólkatingið um virðing og viðurkenning. Tað er nakað vit hava uppiborið, og so er ikki meira at siga um tað.

 

Sambandið og Tjóðveldið vilja báðir forða fyri einari loysn í sjálvstýrisspuringinum. Tjóðveldisflokkurin sigur, at einki uttan fullveldi ber til, og Sambandsflokkurin sigur alt uttan teir verða loysingarfólk.

Fullveldisætlan landsstýrisins er dottin niðurfyri, og at fara niður á Fólkating í avmakt og royna at fáa teir at hjálpa í nøkrum sum man ikki klárar at finna semju um í Føroyum er stór skomm.

Vit skulu halda høvdið høgt og mennast á sjálvstýrisleið við einari hóvligari loysn, ið ein breiður meiriluti av fólkinum tekur undir við. Ein fólkatingssessur má ikki blíva eitt stað, har grenj og undirbrotligheit ræður sosum nýggja ættarliðið í Tjóð-veldisflokkinum ætlar.

Allir føroyingar vita hvønn veg man skal - vit skulu økja um sjálvstýri. Tað er bara Tjóðveldismenn, ið vilja longur enn flest onnur á loysingarleiðini, men tað burdi ikki forðað fyri, at teir kundu komið til eina semju við Javnaðarflokkin ið fekk teir nakað áleiðis, heldur enn støðuna sum nú er íkomin, har vit ongan veg koma.

Ivast tú ikki í, at Føroyar eru ein tjóð, so vel Javnaðarflokkin. Tjóðveldisflokkurin má ivast í hesum - hví annars spyrja danska Fólkatingið eftir?