Virðiligir karmar um Tofta skúla

- Hetta er eitt stórt frambrot bæði fyri skúlan og bygafólkið í Nes kommunu í síni heild, segði borgarstjórin, Símun Johannesen

Tofta skúli

 

Talurnar, sum vórðu hildnar við móttøkuna í Tofta skúla leygardagin, vóru allar góðar og áhugaverdar - á hvør sín hátt. Vit kundu hugsað okkum at gjørt burtur úr teimum øllum, men tíverri verður ikki pláss fyri øllum í hesum blaðnum.

Símun Johannesen, borgarstjóri, var fyrstur at røða, og hann hevði eina áhugaverda og ítøkiliga talu um søguna aftanfyri tann hábærsliga skúla, sum í dag stendur liðugur á Toftum.

Borgarstjórin fór langt aftur í skúlasøguna í kommununi, og her fingu fólk nógv at vita, sum mangur lítið og einki visti um frammanundan.

- Fyrst vil eg ynskja øllum vælkomnum, arkitektum, verkfrøðingum og handverkarum, sum hava bygt okkum hesar frálíku karmar. Síðan vil eg ynskja øllum gestum, sum komin eru at verða saman við okkum henda stóra dag – og til seinast, men ikki minst, vil eg ynskja øllum her úr kommununi, sum hava longst eftir hesum degi, at vera hjartaliga vælkomin.

Eftir at hava greitt frá gomlu og áhugaverdu skúlasøguni, kom Símun Johannesen fram til byggingina av tí skúla, sum framvegis er ein partur av verandi og skúlaumhvørvi á Toftum.

- Nýggjur skúli kom í 1958, sum var eitt ótrúligt framstig. Hetta var ein skúli við seks stórum og ljósum skúlastovum, fimleikarhøll við umklæðingarrúmi og brúsurúmi. Her var ein inngongd til børnini og ein til lærarar, og her var lærararúm og stjóraskrivstova. Vit fingu innandura wc og pláss bæði inni og úti til børnini.

Símun segði, at skúlin, sum varð bygdur í 1958, smæddist ikki burtur millum aðra skúlabygging í Føroyum.

- Í 1962 kom framhaldsdeild á Toftum, og tá kundu næmingar velja at fara í real ella 8. flokk. Hetta var fyrsta framhaldsdeild av sínum slag uttan fyri Havnina. Tað var Jóhan Lamhauge, Jóhan-lærarin, sum hann vanliga varð róptur, ið var eldsálin, sum stríddist fyri at fáa hesa deild á Toftum, legði borgarstjórin aftrat.

Í 1981 varð skúlin aftur víðkaður, og nú varð hædd tikin nýggjum krøvum.

- Vit fingu stovu til alisfrøði, smíð/ evning, hondarbeiðsstovu, skúlakøk – og ikki at gloyma svimjihyl, sum aftur setti Tofta skúla millum teir fremstu í landinum.

Borgarstjórin kundi við hátíðarløtuna leygardagin fegnast saman við øðrum um, at nú er skúlin á Toftum so aftur bæði út-og umbygdur.

- Ásannast má, at teir karmar, sum vit nú eru í, aftur er eitt stórt frambrot bæði fyri skúlan og bygdafólkið í síni heild, segði Símun Johannesen, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein seinni í vikuni.