Tá ið Kirkjubøarstólarnir koma heim aftur til Føroya eftir drúgva útlegd á hvítusunnu komandi ár, tá ið Føroyar halda 1000 ára hald fyri kristnanini av Føroyum, fara teir í fyrsta umfari í varðveitslu á Føroya Fornminnissavni í Hoyvík. Tá ið Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, og Elisabeth Gerner Nielsen, danskur mentamálaráðharri, skrivaðu undir samstarvsavtalu um heimkomuna hjá stólunum, bar landsstýrismaðurin samstundis upp á mál, at Kirkjubøarstólarnir eiga at koma aftur á staðið, haðani teir vórðu tiknir og fluttir. Hann nevndi, at Kirkjubøarstólarnir og aðrir fornlutir, ið koma úr Kirkjubø, eiga at verða varðveiddir í virðiligum hølum á staðnum.
- Eg meini av hjarta, at lutirnir eiga at koma aftur á staðið, higani teir hava sín uppruna. Sjálvur kundi eg hugsað mær, at eini virðilig høli, ið hóska inni í umhvørvið, vórðu bygd til endamálið í Kirkjubø, har Kirkjubøarstólarnir og aðrir forngripir fáa innivist. Nógvir útlendingar vitja í Kirkjubø, og tí er tað eisini hóskandi, at hesir lutirnir eru savnaðir á hesum staði, sigur Signar á Brúnni.
Enn er landsstýrismaðurin í mentamálum ikki farin undir ítøkiligar fyrireikingar til, at ein slíkur bygningurin verður bygdur, men hann hevur nevnt ætlanina ymsa staðni.
- Nær hølini verða veruleiki, tori eg ikki at siga. Tað veldst um, hvørjar íløgur vit fara undir, og hvussu hetta stigið verður stuðlað og fíggjað. Spurningurin er, um tað ber til at útvega ætlanini fígging á aðrar mátar enn bert av fíggjarlógini. Eg kundi hugsað mær at reist alt málið viðvíkjandi Kirkjubøarmúrinum og Kirkjubøarstólunum sum eina landsak, ið alt Føroya fólk savnast um, stuðla og stimbra, sigur Signar á Brúnni.
Samstarvsavtalan, sum varð undirskrivað í Tinganesi tíðliga í juni millum føroysku og donsku mentamálaráðharrarnar, fatar eisini um aðrar lutir enn Kirkjubøarstólarnar. Talan verður um fornlutir, sum eru varðveiddir á donskum søvnum, tí umstøður hava ikki áður verið í Føroyum. Møguliga verður eisini talan um at fáa gomul skjøl aftur í varðveitslu.