Virðið á fiskinum, sum kemur upp á land í Føroyum, minkar nú í stórum Virðið á fiskinum, sum kemur upp á land í Føroyum, minkar nú nógv. Higartil er veiðan minkað munandi í tonsatali, men tó ikki so nógv í virði, tí prísurin er farin upp samstundis.
Men tøl hjá Hagstovuni vísa, at nú er vend komin í.
Tey nýggjastu hagtølini vísa, at veiðuvirðið teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár er minkað seks prosentstig ella 53 mió. krónur samanborið við sama tíðarskeið í fjør.










