Innflutt varð fyri góðar 4.7 mia. kr. í tíðarskeiðnum januar - november í 2007. Tað er ein vøkstur upp á 9% í mun til sama tíðarskeið 2006 Tá skip ikki verða tald við er vøksturin 7%, skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu í dag.
Vøksturin stavar serliga frá skipainnflutningi og innflutningi av akførum, maskinum og aðrari útgerð. Innflutningur til vinnuliga nýtslan er í virði øktur við 10% og innflutningsvirðið av brennievni er nú 7% lægri í mun til sama tíðarskeið 2006.
Verður hugt nærri at bólkinum til beinleiðis nýtslu sæst, at innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar í 2007 er 6% størri enn somu mánaðarnar í 2006. Vøksturin stavar millum annað frá klædnavørur, fótbúnaður og mati, drykkjuvørum og tubbaki. Hækkingin í bólkinum matur, drykkjuvørur og tubbak kann vera orsakað av hækkandi prísum á heimsmarknaðinum.
Hinvegin er innflutningsvirðið á bólkinum stuttleikabátar, húsvognar, akfør (ikki persónbilar) eins og aðrar drúgvar nýtsluvørur óbroytt í mun til somu tíð í 2006, sigur Hagstovan.