Í kvøld klokkan 19 byrjar tað stóra barna- og ungdóms tónleikatiltakið í ítróttarhøllini í Vestmanna.
Fyrst á pallin verða Dánjal á Neystabø og Búi Dam, sum fara at taka teir yngru áhoyrararnar gjøgnum enn eina ævintýraferð. Hetta verður ein av seinastu ævintýraferðunum hjá Dánjali og Búa, tí á komandi ólavsøku fara teir at framføra seinastu ævintýraferðina.
Dánjal á Neystabø segði við Rás2 fyrrapartin, at teir ætla at framføra fleiri av teimum best umtóktu sangunum frá ævintýraferðunum gjøgnum árini í Vestmanna í kvøld.
Klokkan 21 fer Sveinur Gaard Olsen á pallin í ítróttarhøllini í Vestmanna. Sveinur greiddi fyrrapartin frá á Rás2, at hann og orkestrið hjá honum hava vant nógv teir seinastu dagarnar, og at teir ætla at geva alt teir eiga í Vestmanna í kvøld.
Sveinur verður eisini at hoyra á konsert á mentanardøgunum í Sumba. Hetta verður leygarnáttina klokkan eitt.