Vinnupolitikkur, menning og gransking

Tíðargrein:

Tórshavnar Kommuna søknast eftir vinnumenning og landsstýrið arbeiðir við einum vakstrarpakka. Tað hevði tað klætt landsstýrinum at handla visionert. Tí eru ráðini, finnið leistin til granskarparkina framaftur.

 

Fyri 1½ ári síðani var løgtingið bert fáar dagar frá at samtykkja eitt tað mest framsókna uppskotið til nýmenning innan vinnu- og granskingarpolitikk, men orsakað av at val val útskrivað í ótíð, datt málið tíverri burtur.

 

Seinastu mongu árini hevur javnan verið ført fram, at biotøkni og kunningartøkni eru øki, sum vit í Føroyum eiga at fremja, tí hesi eru størstu vakstrarøkini í heiminum.

Tí var semja í landsstýrinum frá 2004 til 2008 um at leggja lunnar undir at fremja biotøkniliga gransking, menning og innovasjón í verki. Aftaná drúgvt fyrireikingararbeiði, legði undirritaði lógaruppskot fyri løgtingið á heysti 2007 um at at stovna partafelag at reka granskarapark í Føroyum (løgtingsmál 46/2007).

 

Sambært OECD eru gransking, menning og innovasjón við til at betra um kappingarførið og produktivitetin hjá vinnuni og harvið eisini livistøðið í einum landi. Drívmegin til innovasjón eru tey hugskot, ið stinga seg upp í netverkum millum privatar fyritøkur og almennar stovnar, har fólk við m.a. náttúruvísindaligari bakgrund og tøknifrøðiligum førleika á høgum støði starvast.

 

Vakstrarpotentiali

Biotøkniliga granskingin í Føroyum, herundir gransking í mannaílegum, er eitt av teimum økjum, ið hava stórt vakstrarpotentiali. Við at stovnseta granskarapark og raðfesta biotøkniliga gransking, menning og innovasjón, fær hetta virksemið neyðugar karmar at virka undir. Við hesi raðfesting eru góð sannlíkindi fyri, at:

 

Menna granskingarsamstarv millum privatar fyritøkur og almennar granskingarstovnar.

Fleiri føroyingar og útlendingar við útbúgving frá hægri lærustovni fáast at starvast í Føroyum.

Gróðrarbotnur verður skaptur fyri nýggjum vitanartungum vinnum.

Føroyski búskapurin kann mennast at teljast millum heimsins fremstu.

 

Við hesum sum støði varð í 2004 settur ein stýrisbólkur at gera uppskot til granskarapark, sum skuldi hýsa og vera karmur um biotøkniligt granskingarvirksemi. Í bólkinum sótu umboð fyri Almanna- og heilsumálaráðið, Fiskimálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið.

 

Tey granskingarøki, sum stýrisbólkurin legði dentin á og mælti til at fremja í granskaraparkini, vóru:

 

 

1) Biotøkni:

Nýtslan av biotøkniligum hættum í sambandi við matvøruframleiðslu (fiskur og fiskaúrdráttir), djóraheilsu (alifiskur) og mannaheilsu (ílegugransking og heilivágsframleiðsla).

 

 

2) Biokunning:

Nýtsla av kunningartøkni innan tey biotøkniligu økini, t.d. at savna og greina stórar mongdir av lívfrøðiligum, patologiskum og genalogiskum data.

 

 

Hóast mælt varð til at leggja serligan dent á biotøkni, so átti granskaraparkin eisini at hýsa øðrum tøkniligum verkætlanum og fevna um vitanarflutning og -spjaðing, heilt frá grundgransking, nýttari gransking til nýskapan og vørumenning.

Visjón

Visjónin var, at føroyska granskaraparkin:

Skuldi fáa miðsavnandi leiklut í sambandi við kommersialisering av úrslitum innan biotøkni og biokunning og skuldi gera sítt til, at føroyskar fyritøkur og vørur og tænastur standa seg í altjóða kapping.

Verða markamót millum verandi vinnu, hægri nám, granskingarumhvørvi og íverksetarar.

Stuðla vinnuligari menning, nýhugsan og nýskapan við at stimbra og menna sambond og samskifti millum íverksetarar, granskarar, serfrøðingar og vinnulív.

Sameina og skapar synergi millum íverksetarar, almennar granskingarstovnar og vinnulívið.

Draga til sín føroyskar og útlendskar ”know-how” fyritøkur.

Draga til sín váðafúsan føroyskan og útlendskan kapital.

Fáa samstarv í lag við granskingarumhvørvi kring allan heimin og soleiðis bjóða nýggjastu vitanina og granskingarmøguleikar.

Bjóða fram væl ment netverk í umhvørvinum kring parkina.

Draga til sín føroyskar og útlendskar granskarar og onnur við fakligum førleika og útbúgving frá hægri lærustovnum.

Skapa góðar umstøður at fáa ment hugskot og verkætlanir, har nýggjar fyritøkur kundu síggja dagsins ljós og vera burðardyggar, meðan aðrar fyritøkur kundu nýta føroysku granskaraparkina til at menna seg og ganga nýggjar leiðir.

 

Bygnaður

Leiðslan í føroysku granskaraparkini skuldi vera nevnd við 5 limum. Tríggir skuldu hava hollan fakligan førleika og royndir innan biotøkniliga gransking, og ein teirra skuldi koma frá altjóða góðkendari biotøkniligari granskarapark. Tveir av stýrislimunum skuldu hava fakligan førleika og royndir innan vinnu.

Heilt serligar treytir skuldu setast til stjórastarvið. Viðkomandi skuldi vera ein sokallað “eldsál”, tá tað var mett umráðandi, at stjórin hevði framúr góðan fakligan førleika, umframt evni í at samskifta og íbirta.

Fyri at tryggja góðsku í gransking og menning í parkini var hildið týdningarmikið, at leiðslan raðfesti samstarvið við útlendskar biotøkniligar granskararparkir og útlendsk fróðskaparsetur høgt. Samstundis skuldi leiðslan fáa gott samband í lag við føroyskar fyritøkur. Granskaraparkin skuldi soleiðis umsita sambandið millum føroyskar fyritøkur og nýggjar verkætlanir í granskaraparkini, umframt vitan frá útlendskum biotøkniligum vitanardeplum.

 

 

Fígging og bygging

 

Lógaruppskotið gav heimild at nýta 10 mió. kr. av stovnsfænum hjá Vinnframagrunninum at skjóta inn sum partapening í felagið. Byggikostnaðurin varð mettur at vera um 75 mio. kr., sum skuldi fíggjast við einskiljingarpeninginum, sum landskassin hevði fingið við sølu av almennum partafeløgum.

Fyrstu 4 árini skuldi landið játta granskaraparkini fígging til rakstur, ætlandi 4 mio. kr fyrsta árið og síðani 3 mio. kr næstu 3 árini. Sum fráleið fór raksturin at hvíla í sær sjálvum.

Harumframt skuldi játtast peningur til trý professoratir fyrstu trý árini, sum ætlaðust at verða sett innan humana genomics, ídnaðarliga biotøkni og djóra genomics.

 

Tíðliga í 2007 vóru fleiri føroyskar arkitektafyritøkur bidnar um at koma við óbindandi uppskotum um, hvussu parkin kundi verða bygd. Frammanundan hevði Vinnumálaráðið á samráði við Tórshavnar Kommunu stungið út í kortið, at granskaraparkin skuldi liggja í lestrar- og granskingarumhvørvinum á Debesartrøð.

Í juli 2007 vóru fleiri hugtakandi byggiuppskot løgd fram, sum hvørt í sínum lagi kundu verða virðiligur karmur um granskaraparkina.

 

 

Samanumtikið

 

Tá lógaruppskotið soleiðis varð lagt fyri løgtingið heysti 2007, sást í sjónarringinum nýbrot í samanrenningini millum vinnu og framkomnari gransking. Við samskipan av vitanini og royndunum á Landssjúkrahúsinum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Havstovuni, og ikki minst Fróðskaparsetrinum, kundi granskaraparkin gerast ein depil, sum saman við vinnuligari drívmegi fór at førka Føroyar úr granskinkarligari stagnatión til at gerast eitt kraftdepil fyri gransking, menning og produktiviteti, skapt úr heimligum jørðildi, kjølfest við altjóða vitan og royndum.

Granskaraparkin kundi soleiðis gerast krumptappurin í altjóða universiteti, har ikki minst føroyskir útisetar við starvi í alheims granskaraumhvørvum kundu venda heimaftur og leggja lunnar undir gransking á altjóða stigi.

Undir fyrireikingini av uppskotinum til granskaraparkina, fekk Vinnumálaráðið eisini fleiri fyrispurningar frá vónaríkum føroyskum granskarum burturi í heimi um ætlarnirnar við parkini. Útisetar, sum sóu møguleikranar og visiónirnar við átakinum.

 

Nú tað fíggjarliga brýtir í bæði borð eiga vit at síggja møguleikarnar heldur enn at stara okkum blind í trupulleikunum.

Her er granskaraparkin er so avgjørt eitt satsningsøki, sum eigur at vera tikið í stórsta álvara. Serstakliga við nýggju ílegulógini í baksýni, har altjóða granskarum er heimilað at fáa til vega blóðroyndir í Føroyum at kanna á útlendskum kanningarstovum, eiga vit at skapa neyðugu karmarnar í Føroyum, so at mongu kanningarnar og granskingin í ymskum sjúkum og frábrygdum kann gerast her heldur enn uttanlands.

Sæð í alheimshøpi er tað gott fyri mannaheilsuna, at kanningar verða gjørdar worldwide av føroysku ílegunum, men fyri føroyska gransking, vinnu og búskapin er tað sjálvsagt best, at slíkt kanningar- og granskingarvirksemi er í Føroyum.

 

Landsstýrið arbeiðir við umskipan av inn- og útreiðslunum á fíggjarlógini, umframt einum vakstrarpakka. Tað hevði tað klætt landsstýrinum at handla visionert og framsøkið. Tí eru ráðini. Finnið leistin til granskarparkina framaftur, justera uppskotið um neyðugt og byggið land, granskingini, vinnu – ja, øllum samfelagnum at frama.