? Eg havi spurt meg fyri hjá embætisfólkunum, og tey siga, at seinastu tvey árini eru ongi aliloyvi givin, uttan neyðuga umhvørvisgóðkenning.
Finnbogi Arge, vinnumálaráðharri, vísir sostatt aftur atfinningum frá formanninum í Umhvørvisnevndini í Sundalagnum Jógvan Mørkøre. Í Sosialinum leygardagin fanst Jógvan Mørkøre annars harðliga at landsstýrinum fyri at skriva út aliloyvi, uttan at tryggja sær neyðuga umhvørvisgóðkenning frá lokalu kommunalu umhvørvismyndugleikunum.
Jógvan Mørkøre hevur sent skriv bæði til Finnboga Arge og umhvørvismálaráðharran Eyðun Eltør, har hann mótmælir, at landsstýrið skrivar út aliloyvi, uttan neyðuga umhvørvisgóðkenning.
Finnbogi Arge sigur seg hava varhugan av, at Jógvan Mørkøre møguliga heldur, at nú nýggir eigarar eru komnir inn í myndina í onkrum av alifyritøkunum í Sundalagnum, so skulu nýggj aliloyvi gevast.
? Men hetta er ikki so. Alifyritøkan er tann sama, sjálvt um nýggir eigarar eru komnir uppí. Upprunaliga aliloyvið er framvegis galdandi, sigur Finnbogi Arge í stuttari viðmerking.









