Vinnumálaráðharrin toldi ikki trýstið

Aftan á áhaldandi krav um, at hann skuldi fara frá, hevur íslendski vinnumálaráðharrin, Bjørgvin Sigurðsson, lagt frá sær Björgvin Sigurdsson, vinnumálaráðharri, hevur verið fyri hvøssum atfinningum frá fólki, sum halda, at hann og stjórnin dugdu stak illa at handfara fíggjarkreppuna.

Í gjárkvøldið vóru umleið 6.000 fólk í miðbýnum í Reykjavík, har tey kravvdu stjórnina frá.

Á einum tíðindafundi í dag segði Bjørgvin Sigurðsson, at hann hevði gjørt av at átaka sær ábyrgdina av handfaringini av fíggjarkreppuni, og at hann tók atfinningarnar til eftirtektar og leggur frá sær.

Bjørgvin Sigurðsson segði, at hann hevur m,ælt leiðarunum í íslendska fíggjareftirlitinum til at taka somu avgerð sum hann.

Í gjár varð fráboðað, at val verður til Altingið tann 9. mai.