Saman við embætisfólki var landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, mánadagin á vitjan í Íverksetarahúsinum í Klaksvík fyri at kunna seg um ætlanirnar hjá húsinum Á fundinum luttóku eisini leiðsla og stjórn í Íverksetarahúsinum og flestu limir í Klaksvíkar býráð saman við umsitingarleiðarum í kommununi.
Á skránni var kunning um ítøkiligu ætlanirnar hjá Íverksetarahúsinum framyvir, sum koma at fevna um øll tey størru plássini í landinum.
Síðani Íverksetarahúsið byrjaði í 2007, hava millum 600 og 700 íverksetar og onnur gjørt brúk av húsinum. Higartil eru 98 verkætlanir skrásettar, sum fevna um millum annað ferðavinnu, ráðgeving, innovatión, undirhald, wellness, patent ráðgeving, sniðgeving, logistikk, menning av telduspølum og øðrum. Av teimum 98 verkætlanunum eru higartil 17 avgreiddar við úrsliti.
Íverksetarahúsið hevur higartil haft tiltøk í Suðuroy, Sandoy, Vágum, miðstaðarøkinum, Eysturoy og í Klaksvík. Semja var um, at Íverksetarahúsið framhaldandi skal virka í øllum landinum, og at land, kommunur og privatir íleggjarar eiga at luttaka í fíggingini av vikseminum. Serliga hevur tað týdning fyri tað landsdekkandi virksemið at fáa kommunurnar við, skrivar Íverksetarahúsið.