Vinnulívið gevur Fuglafirði miljónir

Komandi árini fer vinnulívið at gera íløgur fyri nógvar miljónir á havnalagnum í Fuglafirði, og partafelagsskatturin sæst eisini aftur í kommunukassanum

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul, fegnast um alla ta vinnu, sum er í kommununi.

 

- Her er nógv arbeiði, og her eru nógvar lønir til arbeiðsfólk og hýrur til sjófólk. Vinnulívið kastar eisini nógv av sær í partafelagsskatti til kommununa.

 

Dávur Juul vísir á, at partafelagsskatturin verður goldin eitt ár aftur út, men tá hugt verður eftir árinum 2022, fekk kommunan hetta árið 23,4 miljónir krónur í partafelagsskatti – og árið undan var partafelagsskatturin 21,7 miljónir.

 

- Hetta eru stór tøl, sum muna væl í kommunukassanum, ásannar hann.

 

Borgarstjórin sær týdningin í allari vinnu, sum er í kommununi, bæði í tí stóra og í tí smáa og sigur, at millum tungvektararnar, sum hann tekur til, eru eitt nú Havsbrún, Pelagos, Framherji, Vónin, Gro Aqua, KJ, Bergfrost og Mowi.

 

##med2##

 

Kommunan er við 

 

Hóast vinnulívið í Fuglafjarðar kommunu ger stórar íløgur, eitt nú við havnalagið, har fyrsti partur av einar stórari útbygging hjá Havsbrún er ein maskinbygningur til eina nýggja fóðurverksmiðju, so er kommunan eisini viðspælari í hesum verkætlanum.  

 

Havsbrún arbeiðir nevniliga við  einari samlaðar útbygging á havnalagnum yvir tvey ár fyri einar 600 til 700 miljónir krónur, og her er bæði nýggj fóðurverksmiðja, frystitunlar, útfylling niðri á havnalagnum og ein bryggjukantur á einar 300 metrar.

 

Dávur Juul vísir á, at kommunan fer at gjalda ein part av bryggjukantinum, og í verkætlanini hjá Havsbrún verður talan um suðursíðuna á nýggju bryggjuni, sum verður kommununar partur.

 

- Vit vita ikki endaliga, hvussu stórur okkara partur verður, men vit rokna við, at hann fer at liggja um einar 20 miljónir krónur.

 

Men, tað er ikki bara Havsbrún, sum byggir út við havnalagið í Fuglafirði.

 

Borgarstjórin veit at siga, at Framherji eisini fer at gera eina umleið 80 metrar langa bryggju suður úr Pelagos-bryggjuni og soleiðis, sum Dávur Juul hevur skilt, er eisini henda verkætlanin rættiliga nær.  Í verkætlanini hjá Framherja er ætlanin eisini at brúka grót til útfylling úr tunnilsbyggingum úti á havnalagnum í Fuglafirði.

##med3##

 

Góð gongd hjá Havsbrún

 

Tað gongur væl rakstrarliga hjá Havsbrún.

 

Árið í fjør royndist rættiliga væl, og hetta var eitt ógvuliga spennandi ár, har virkið tók ímóti heili 467.000 tonsum av ráfiski. 

 

Stjórin í Havsbrún, Odd Eliasen, veit at siga, at hetta er nógv tað mesta, sum virkið hevur tikið ímóti í skjótt seksti ára longu søguni hjá virkinum.

 

Nógv tann størst parturin av rávøruni, sum Havsbrún keypir, endar sum fóður. Byggingin av nýggjari fóðurverksmiðju fer at gera, at Havsbrún fer at kunna tvífalda framleiðsluna av fóðuri.

 

Men, á Havsbrún hava tey eisini aðrar ætlanir fyri framman. Hesar ætlanir snúgva seg eitt nú um at fara inn í fjallið at byggja nýggjar goymslur.

 

- Vit eru longu inni í fjallinum við tveimum tunlum, og ætlanir er at gera tveir ella tríggjar tunlar aftrat. Síðan fara vit at brúka grótið, sum fæst burtur úr hesum tunnilsbyggingum, til útfylling og bryggju niðan fyri Havsbrún.

 

Odd Eliasen sigur, at talan er um eina bryggju, sum verður umleið 100 metrar eystur og vestur og somuleiðis 100 metrar suður og norður. Hetta fer at geva eitt øki á einar 10.000 fermetrar og einar 300 metrar av bryggjukanti.

 

- Soleiðis fara vit at brúka einar 600-700 miljónir krónur her í Fuglafirði tey næstu tvey árini, sigur stjórin í Havsbrún.

##med7##

 

Kaffi og prát við vinnuni

 

Venda vit okkum aftur til Fuglafjarðar kommunu, fer kommunan hósdagin hin 7. mars at bjóða vinnuni til kaffi og prát, har umboð fyri alla vinnu sjálvsagt eru hjartaliga vælkomin.

 

- Vit hava havt eina freist á, nær boðast skal frá luttøku, men hóast freistin er farin, eru umboð fyri vinnulívið framvegis vælkomin at boða frá luttøku, sigur borgarstjórin, Dávur Juul.

 


##med4##

##med5##

##med6##

 

Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar býráð Mynd: Álvur Haraldsen

Havsbrún fer næstu árini at byggja út fyri einar 600 til 700 miljónir krónur Mynd: Álvur Haraldsen