Ongin meining er í, flokkspolitiskt at staðfesta og kunngera, at vit eru fyri einum frælsum vinnulívi, um vinnulívið ikki fær røttu karmarnar at arbeiða innanfyri. Til tess at vit skulu hava eina fría vinnu í
samfelagnum, so mugu vit virka fyri, at vinnulívið fær tær umstøður,
neyðugar eru at virka undir.
Í Tórshavnar Kommunu merkir hetta, at vit í enn størri mun hava grundøki tøk til smærri og størri vinnufyritøkur. Og hetta skal gerast í so stóran mun, at til ber hjá kommununi ar eggja vinnuhugaðum at fara undir tiltøk undir góðum umstøðum. Fyritøkur skulu hava øki frá kommununi at seta arbeiðsumboð á; ein tørvur, sum eg persónliga leggi stóra orku í at nøkta, tí skal kommunan sum heild mennast, sum mugu bæði tær stóru og tær smáu vinnufyritøkurnar fáa betri umstøður at virka undir.
Ein stór útstykkingarætlan til vinnuøki inni á Sandvíkahjalla og aðrastaðni í kommununi er undir uppsigling og kemur í nærmastu framtíð at verða løgd fyri býráðið til samtyktar. Hetta er bara byrjanin, og tað er ógvuliga týðiligt, at størsta fortreytin fyri vinnulívsútbygging er grundøki. Men kommunan er nú vorðin so stór, at vit hava stórar møguleikar á hesum øki.
Heðin Mortensen
býráðslimur
og valevni til býráðið