Orðadrátturin millum Føroysk Marknaðarfólk og Brúkaraumboðið tykist halda fram.
Í farnu viku staðfesti felagið fyri føroysku lýsingavinnuna, at tey hildu lítið um, at Brúkaraumboðið skuldi taka pening fyri kunnandi skeið um marknaðarføring á sosialum miðlum. Og róð varð framundir, at hetta varð gjørt, so Brúkaraumboðið við hesum fekk víðkað um fíggjargrundarlagið.
Brúkaraumboðið svaraði aftur, og segði, at talan einvíst var um at fíggja ferðing og uppihald hjá útlendskum skeiðshaldara. Hartil legði brúkaraumboðið afturat, at kritikkurin kendist løgin, tí fyrr hevur kritikkur verið um, at almennir stovnar undirbjóða privatum aktørum, tá skeið verða boðin út.
Nú hevur Vinnuhúsið – har Føroysk Marknaðarfólk er ein av limunum - svarað aftur, og har siga tey, at Brúkaraumboðið als ikki skal halda skeið.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum rekur Vinnuhúsið, hevur ta yvirskipaðu áskoðan, at almennir stovnar skulu halda seg frá at selja vørur ella tænastur, sum vinnufyritøkur eins væl kundu veitt. Hetta er eisini galdandi fyri skeið. Tað eru fyritøkur, sum burturav hava sum sítt virkisøki at selja skeiðsvirksemi av ymiskum slagi, og liggur slíkt virksemi munandi betri hjá hesum fyritøkum enn hjá einum almennum stovni. At tað almenna av og á heldur kunningarfundir um nýggja lóggávu uttan kostnað fyri fyritøkurnar, er sjálvandi ikki ein trupulleiki í hesum sambandi.
- Eisini vinnugreinafeløg velja at bjóða kunning og skeið til sínar limir, sum liður í arbeiðnum at menna vinnugreinina, og kundi Brúkaraumboðið eisini valt at samstarva við hesi feløg, skrivar Vinnuhúsið.










