Tann fyrsti kavin hevur lagt seg um landið - og beinanvegin hoyrdu vit um nógvar skaðar í ferðsluni.
Frá løgregluni frættist, at hálka var orsøkin til flestur teirra.
Hetta hoyra vit vanliga - hóast tað ikki kann passa. Hálka er ongantíð orsøk til ferðsluóhapp - men heldur til orsøkin í, at fólk ikki koyra eftir umstøðunum.
At skøða bilin rætt hevur nógv at siga - men heldur ikki tað er nóg mikið. Eins týdningarmikið er tað, at førarin er greiður um koyriviðurskiftini, um hvussu bilurin er skøddur, eins og hann kennir bilin og dugir at handfara hann í hálku. Allir bilførarar kunnu sanna, at bilurin er ikki at kenna aftur, tá hálka er.
Men sjálvandi er tað ikki líka mikið, hvussu bilurin er skøddur. Vit koma í hesum høpi ikki inn á, um vit skulu koyra við píkum ella við vetrarlamelldekkum, men tað skert ikki burt, at í nógvum førum eru lamellvetrardekkini tey frægastu.
Saman við Super Dekk í Havn, sum umboðar dekkmerkið Goodyear, fer Sosialurin fýra tær komandi vikurnar at luta burtur fýra sett av vetrarlamelldekkum frá Goodyear.
Dekkini, ið latin verða, eru til vanligar persónbilar - og ikki til størri vøru-, lastbilar ella bussar.
Treytin fyri at vera við í lutakastinum er, at spurningarnir í teignum høgrumegin eru rætt svaraðir, at lepin er kliptur úr blaðnum - kopi verður ikki góðtikið - og at lepin er okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. november 1999.
Tríggjar teir komandi hósdagarnar verður spurnarlepin aftur í blaðnum.










