- Vinnan kann saktans rinda meiri í landskassan. Tað heldur Bárður Nielsen, fíggjarpolitiskur talsmaður hjá Sambandsflokkinum, og formaður í fíggjarnevndini.
Hann átalar, at samgongan ikki er komin á mál við arbeiðnum at nýskipa fiskivinnuna. Hann sigur, tað má samgongan fáa ílag nú.
Hann vil ikki útgreina, hvussu fiskivinnan skal skipast av nýggjum, men hann ivast ikki í, at tilfeingisgjald verður ein týðandi partur av hesi nýskipan.
Men tað tilfeingisgjaldið skal rindast av einum roknaðum avlopi, sigur Bárður Nielsen, og hann ivast ikki í, at vinnan er før fyri at rinda meiri.
Hann staðfestir at fiskirættindini eru økt og at sigur, at vinnan eigur at rinda meiri í landskassan samsvari við tað.
Tað skal vera samsvar ímillum øktu rættindini hjá vinnuni og gjaldið, sum landskassin fær burtur úr, sigur Bárður Nielsen. - Tað hevði verið rætt og rímiligt at hækka gjaldið longu í ár, sigur hann.
Hann ivast ikki í, at vinnan vil fegin gjalda sín part av samfelagsútreiðslunum, men tað, hon hungrar eftir, er at nýskipanin kemur, so at hon veit, hvørjar karmar, hon hevur at halda seg innanfyri.
Men hesum er Rodmundur Nielsen úr Fólkaflokkinum alt annað enn samdur í. Hann heldur ikki, at tað er rætt at hækka tilfeingisgjaldið at rinda eitt hall á fíggjarlógini við.
- Tað er ikki ein gongd leið at leggja økt tilfeingisgjald á vinnuna til at typpa eitt hol í landskassan, sum samgongan ikki klárar at fylla í á annan hátt, sigur Rodmundur Nielsen.
Hann heldur, at tað er eina vandakós, tí tað gongur upp og niður í vinnuni og tað er ikki altíð, tað gongur so væl sum nú.
|