Vinnan og kommunurnar: Vit velja Føroyar

- Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva. At her er gott at vera og nakað at koma heim aftur til. Vit trúgva upp á, at við fókavøkstri kemur búskaparvøkstur, ein ríkari mentan, trivnaður og ein enn størri atdráttarmegi sum samfelag. Vit trúgva eisini uppá, at okkara útisetar eru ein partur av loysnini, og at tað er her heima, at teir kunnu gera mun.

Soleiðis stendur í endamálsorðingini hjá átakinum “Vit velja Føroyar”, sum Kommunusamskipan Føroya og 10 føroyskar vinnufyritøkur hava tikið stig til, og sum fer av bakkastokki á ólavsøku. Átakið skal komandi árini vera við til at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum.

Í hesum sambandi verður eitt "Vit velja Føroyar" toymi at síggja millum ólavsøkugestirnar. Eitt av endamálunum við átakinum er at styrkja sambandið millum Føroyar og útisetar. Tí verður á ólavsøku heitt á fólk um at skráseta seg, fyri at tryggja sær møguleikan at móttaka viðkomandi kunning, tilboð um luttøku í tiltøkum og annað.

Tað eru Vinnuhúsið og Kommunusamskipan Føroya, sum standa aftanfyri átakið "Vit velja Føroyar", men allar dyr standa opnar fyri, at fleiri fyritøkur og onnur leggjast afturat.

- Tað er okkara heilt greiða mál, at enn fleiri vinnufyritøkur, kommunur, fakfeløg o.o. fara at taka undir við og stuðla átakinum. Hetta er ein risa avbjóðing, men eisini ein gyltur møguleiki at standa saman og lyfta í flokk og vísa at vit meina tað, tá vit siga at Vit velja Føroyar, sigur Marita Rasmussen.

(Innsent)