Vinnan í Norðoyggjum í fokus

Á vinnufundi í Klaksvík í kvøld verður ljós varpað á, hvussu vinnan í Norðoyggjum stendur seg í mun til restina av landinum í løtuni

Kappingin um ráfiskin harðnar alsamt, og nøgdirnar av óvirkaðum fiski til útflutnings økjast støðugt.
Á vinnufundinum mánakvøldið verða feskastu tølini frá Rasmussen og Weihe løgd fram. Út frá tølunum verður spurt, hvussu vinnan Klaksvík stendur seg í mun til aðrastaðni í Føroyum? Hvussu er støðan yvirhøvur hjá flotanum og hjá flakavirkjunum?
Eisini verður hugt nærri at kommunala búskapinum við at Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, leggur lyklatølini úr fíggjarætlanini fyri 2006 fram.
Fundurin verður mánakvøldið 12. des. kl. 19.00 á Tekniska Skúla í Klaksvík
 
Skrá fyri fundin:
1.      Rani Nolsøe, stutt um herdu kappingina
2.      Steinbjørn O. Jacobsen, lyklatøl úr kommunalu fíggjarætlanini fyri 2006
3.      Bjarni Poulsen og Klaus Rasmussen, gera støðuna upp yvirhøvur
4.      Kaffisteðgur
5.      Bjarni Poulsen og Klaus Rasmussen, lýsa Norðoyggjar í mun til onnur øki í landinum
6. Spurningar og kjak